Javnaðarflokkurin: Skal vera bíligari at brúka Vágatunnulin

?Teir flokkar, sum kravdu, at eitt alment partafelagskuldi gera Vágatunnilin, mugu nú eisini siga okkum, hvussu brúkagjaldið fæst niður á eitt rímiligt støði. Gera teir onki, fer okkurt at henda

Vágatunnilin

? Tað skal vera bíligari at koyra ígjøgnum Vágatunnilin.
Tað heldur javnaðarflokkurin.
Javnaðarflokkurin var hart ímóti at lata eitt alment partafelag gera Vágatunnilin ístaðin ístaðin fyri at lata Landsverkfrøðingin standa fyri arbeiðnum, soleiðis sum vit altíð hava gjørt.
Men nú tunnilin er liðugur, eru tað nógv sum halda, at gjaldið fyri at koyra ígjøgnum hann, er alt ov høgt.
Og tað er javnaðarflokkurin samdur í.
Jóannes Eidesgaard, formaður í javnaðarflokkinum, sigur, at gjaldið er ov høgt og at tað verður neyðugt at seta tað niður á eitt rímiligt støði.
Men hvussu tað skal gerast, hevur hann onki boð upp á enn.

Hava skyldu at koma við eini loysn
Men í øllum førum heldur hann, at teir flokkar, sum settu Landsverkfrøðingin til viks og kravdu, at eitt alment partafelag skuldi stovnast at gera tunnilin, nú eisini hava skyldu til at greiða frá, hvussu gjaldið kann fáast niður.
Teir flokkarnir eru fyrst og fremst fólkaflokkurin, væl stuðlaður av sambandsflokkinum og sjálvstýrisflokkinum.
?Tað er tað minsta, teir skylda bæði vágafólki og øllum Løgtinginum, sum tók undir við at gera tunnilin, nú brúkaragjaldið er blivið so høgt, at tað ikki er til at liva við.
? Tað er hvørki at liva við hjá privatfólki, men tað er eisini kappingaravlagandi hjá vinnuni í Vágum, ikki minst í sambandi við, at fiskur verður keyptur á uppboðssøluni, tí nú verður tað dýrt at føra hann vestur.
Hann sigur, at tað eru ikki so nógvir møguleikar fyri at fáa prísin niður.
Antin betalir landið ein størri part av tí, sum tunnilin kostar, tí tað er ongin sum sigur, at býtið ímillum landið og partafelagið er tað rætta í hesum føri. Ein annar møguleiki er, at landið rindar tað, sum tað kostar at reka tunnilin. Í øllum førum má ein loysn finnast, so at byrðan hjá partafelagnum lætnar fyri at brúkaragjaldið kann setast niður.
Annars heldur hann, at tað er ein spurningur, um tað er rætt, at bara tey, sum skulu brúka Vágatunnilin, skulu betala fyri tað, samstundis sum tað er ókeypis at brúka allar aðrar tunlar og brýr í landinum.

Má takast upp
Men hann leggur afturat, at ger ongin nakað, er tað greitt, at so fer onkur annar at taka málið upp politiskt.
Men um tað verður javnaðarflokkurin, sum fer at taka málið upp, vil hann ikki siga enn.
?Fyribils eru vit áskoðarar til hetta málið og vit ætla at fylgja gjølliga við. Vit eru samd um, at prísurin, sum nú er ásettur, kann ikki verða tann endaligi prísurin. Útfrá tí fara vit at vita, hvussu leikur ferð.
Jóannes Eidesgaard vísir á, at hetta er fyrstu ferð, at vit byggja samferðsluna út eftir hesum leistinum.
? Hetta er fyrstu ferð, at tað ikki er ein samfelsagsuppgáva burturav at byggja samferðsluna út. Og tað verður í hvussu so er neyðugt at brúkaragjaldið verður lækkað, so at fólk verða eggjað til at at brúka tunnilin.
?Tað ringasta, sum kann henda, er, at fólk ikki fara at brúka tunnilin, tí tað er ov dýrt, so at vit koma at liggja við einum deyðun verklagi, so at onngin nytta fæst burturúr tí peningi, sum brúktur er.
Hann heldur, at tað er alneyðugt at taka trupulleikan við brúkaragjaldinum upp, ikki bara fyri at loysa hendan trupulleikan, men eisini fyri at vita, um hetta gevur okkum at hugsa um, nú Norðoyatunnilin skal gerast.

Meirnýtsla má kannast
Ein annar trupulleiki, sum nú hevur stungið seg upp, er, at tunnilin er blivin 40 milliónir dýrari, enn ætlað.
Sostatt er tunnilin 17% dýrari enn hann skuldi vera, og tað verður mett at vera eitt stórt frávik.
?Vit vita ikki, hví tunnilin er dýrkaður so nógv, um tað er tí, at nevndin í partafelangum ikki hevur verið nóg ansin, um tað er tí, at hon hevur tikið skeivar avgerðir, ella um tað eru heilt aðrar orsøkir, sigur formaður javnaðarfloksins.
?Í øllum førum haldi eg Vinnumálastýrið eigur at biðja nevndina fyri Vágatunnilin um eina nágreiniliga frágreiðing um, hví tunnilin er dýrkaður heilar 40 milliónir og sat seta eina kanning í verk fyri at finna orsøkirnar. Og hendan frágreiðing og kanning eigur at verða løgd fyri Løgtingið, so at eisini tingið fær at vita, hví tað dýrkjaði so nógv, heldur Jóannes Eidesgaard.