Tað kann undra mangan, tí síðan sambandsflokkurin fekk politiska ábyrgdina á týðandi vælferðarpolitiskum økjum, eru umstøðurnar fyri teir veikastu samfelagsbólkarnar verðsnaðar munandi av skerjingum og sparingum.
Vit kunnu bert nevna nøkur dømi á almannaøkinum:
Pensjónirnar
Tað er fyrst og fremst Javnaðarflokkinum og Hans Paula Strøm fyri at takka, at pensjónirnar hækkaðu so nógv árini 2004-08, sum aldrin áður.
Serliga er tað hækkingin av Samhaldsfasta umframt viðbótin til ávísar pensjónistar (sum verður útgoldin kvartalsliga), so nú er samanlagda pensjónin hjá støkum farin úr 7.825 kr. um mánaðin til nú 10.329 kr. – ein hækking uppá 32%.
Og fyri hjún, sum eru pensjónistar, er hon farin úr 12.373 kr. um mánaðin til nú 16.966 kr. – ein hækking uppá 37%. Her er talan um pensjónistar uttan aðra munandi inntøku.
Men tað sum hendi, nú Sambandsflokkurin fekk ábyrgdina av almannaøkinum, var, at javningin at pensjónsviðbótini varð skorin niður úr 4 til 3%. Hetta var spariuppskot hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum, og ikki skerjing hjá fíggjarnevndini.
Dagtilhaldini
Meðan Javnaðarflokkurin hevði ábyrgdina á almannaøkinum, øktist stuðulin til umsorgararbeiði, tvs. til dagtilhald og mattænastu til pensjónistar, úr 3,1 mió.kr. í 2003 til 6,8 mió kr. Í 2008.
Tá Sambandsflokkurin fekk ábyrgdina á hesum øki, var stuðulin skorin niður við 4 mió kr, við at stuðulin til dagtilhaldini heilt var skorin burtur. Hetta var heldur ikki skerjing hjá fíggjarnevndini, men spariuppskot hjá landsstýriskvinnuni.
Eldraøkið
Meðan Hans Pauli Strøm úr Javnaðarflokkurin hevði ábyrgdina á eldraøkinum, vóru so nógv búpláss á røktarheimum og eldrasambýlum tikin í nýtslu sum ongantíð áður. Heili 159 nýggj pláss árini 2004-08. Tað skal tó leggjast afturat her, at tilsøgnir upp á nøkur av hesum plássum varð latin av undanfarna landsstýri.
Talið av starvsfólkum í heimarøktini og eldrarøktini annars øktust samstundis við 210 fólkum.
Teir ovurstóru trupulleikarnir, sum eru á eldraøkinum nú, tað verið seg serliga í miðstaðarøkinum, krevja at heimarøktin fær økta játtan til bráðfeingis trupulleikarnar, og at størri ferð verður sett á fyri at útvega búpláss, m.a. við at fáa byggingina ígongd av samtyktu røktarheimsverkætlanunum í Havn, í Vági og í Vestmanna.
Sum skilst, so arbeiða flokkarnir nú í sonevndu “lítlu samgongu” við at finna eykajáttan at fáa eldraøkinum eina munandi hækking av játtanini, soleiðis at gongd kann koma á hesar verkætlanir. Hetta er sett í gongd eftir kravi frá Javnaðarflokkinum!
Fyritíðarpensjónistar
Meðan Javnaðarflokkurin hevði ábyrgdina á almannaøkinum, vóru 3 stórar forbetringar gjørdar hjá fyritíðarpensjónistum. Við lógarbroyting í 2007 varð lægsta fyritíðarpensjón hækkað í 2 stigum við tilsamans 2.660 kr. um mánaðin, so at lægsta fyritíðarpensjón nú er 9.800 fyri ein stakan og 8.400 fyri ein giftan pensjónist - ein hækking uppá 43% hjá tí staka og 53% hjá tí gifta síðani 2007.
Fyri allar fyritíðarpensjónistar varð haraftrat mótrokningin av aðrari inntøku lækkað úr 60 niður í 30%. Og fólk, sum fáa játtaða fyritíðarpensjón aftaná 60 ár, fáa nú ta fullu játtaðu upphæddina, og ikki eina skerda upphædd svarandi til eitt lægri pensjónsstig, so sum tað var galdandi frammanundan. Eisini hetta er eitt stórt framstig, sum Hans Pauli Strøm fekk framt í undanfarna valskeiði.
Men nú tá Sambandsflokkurin fekk ábyrgdina av almannaøkinum, hendi bert ein broyting til tað verra, nevnliga at javningin av fyritíðarpensjónini skorin úr 4 niður til 3%. Hetta var ikki skerjing hjá fíggjarnevndini, men spariuppskot hjá landsstýriskvinnun Sambandsfloksins.
Bústaðir til sinnisveik
Meðan Javnaðarflokkurin hevði ábyrgdina á økinum, vóru 3 nýggj sambýli til sinnisveik tikin í nýtslu. Tvær verklagslógir vóru samtyktar, og peningur var settur av til at byggja tveir nýggjar stovnar aftrat, ein í Vági og ein í Havn.
Tað einasta sum er hent, síðani Sambandsflokkurin hevur fingið ábyrgdina av økinum, er avgerðin um at sleppa ætlanini um at byggja nýtt sambýlið til sinnisveik í Havn. Hetta er ikki sparikrav frá fíggjarnevndini, men avgerð hjá landsstýriskvinnu Sambandsfloksins.í almannamálum.
Skilaleysar sparingar á almannaøkinum
Ein samd fíggjarnevnd - eisini umboðini hjá Tjóðveldi, Miðflokki og Gamla Sjálvstýri - fekk tingið beint fyri jól at samtykkja nakrar vitleysar skerjingar á almannaøkinum!
Fyri at klára hesar skerjingar á økinum er landsstýriskvinnan hjá Sambandsflokkinum komin við nøkrum spariuppskotum, m.a. í almennari forsorg, á økinum fyri brekað og á stovnsøkinum fyri børn og ung. Hetta eru spariuppskot, sum javnaðarfólk á ongan hátt kunnu góðtaka. Tað hevur Javnaðarflokkurin gjørt greitt, og tí hevur “lítla samgonga” nú eina tíð arbeitt við ætlanum um at fáa játtanina til almannaøkið hækkaða munandi.
Tann stóri trupulleikin, er at finna fíggingina til hetta, men vónandi semist samgongan um tað.
Løgið er tað...
Tá ABS-samgongan varð skipað í heyst var – fyri at fáa kabaluna at ganga upp í samband við manning av landsstýrinum – gjørt av, at fyrrverandi Almanna- og heilsumálaráðið, sum Hans Pauli Strøm hevur stýrt so fyrimyndarliga síðani 2004, skuldi býtast sundur í tvey, so at Sambandsflokkurin við nýggjari landsstýriskvinnu fekk ábyrgdina av almannamálum, sum hildið varð at hon hevði serligt hegni til.
Síðani hevur verið kaos á almannaøkinum!
Men veljararnir – teir takka Sambandsflokkinum afturfyri, og revsa Javnaðarflokkin - í hvussu er sambært seinastu Gallup.
Skil tað, hvør ið kann!