Floksleiðslan tekur undir við ting- og landsstýrismanningini í spurninginum um at hækka talið á nevndarlimum í Atlantsflog og stuðlar tí landsstýrismanninum í vinnumálum í hansara ætlanum sigur Javnaðarflokkurin í tíðindaskrivi eftir floksleiðslufund Tíðindaskriv
Javnaðarflokkurin helt í gjárkvøldið floksleiðslufund í Losjuni í Havn. Viðgjørd varð politiska støðan og tær ætlanir, sum samgongan og serliga umboðini hjá flokkinum í landsstýrinum arbeiða við.
Flokkurin staðfestir, at tað er neyðugt at vera á varðhaldi, nú fíggjarligu umstøðurnar eru trengri, soleiðis at grundleggjandi tænasturnar í samfelagnum ikki verða ov hart lagdar undir trýst.
Floksleiðslan fegnaðist um, at flokkurin saman við samgonguni hevur funnið loysnir, serliga á trupulleikunum rundan um játtanina til Børn og ung, soleiðis at tilboðini til barnafamiljurnar ikki gerast verri. Somuleiðis fegnaðist floksleiðslan um, at eykajáttanin, sum er ávegis, loysir trupulleikarnar á mentunarøkinum, umframt at samtykta íløguætlanin nú eisini verður endurskoðað.
Floksleiðslan tekur undir við ting- og landsstýrismanningini í spurninginum um at hækka talið á nevndarlimum í Atlantsflog og stuðlar tí landsstýrismanninum í vinnumálum í hansara ætlanum.
Enn einaferð boðar flokkurin frá, at tað kann als ikki góðtakast, at svartkjaftakvota verður latin skipum, sum ikki hava møguleika at veiða svartkjaft.
Á fundinum greiddi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum frá sínum ætlanum við einari umskipan av Húsalánsgrunninum, soleiðis at lán kunnu verða givin til orkusparandi tiltøk hjá bæði pensionistum og øðrum sethúsaeigarum. Flokkurin gav sín fulla stuðul til byrjanina av hesum grøna vakstrarpakka, sum ætlanin nú verður nevnd.
í Losjuni 20. mars 2009
Javnaðarflokkurin