- Og hann vil hava øll við, tí hann ætlar sær at tryggja, at ongin dettur niðurímillum. Hann vil eisini hava sjálvstøðugt samstarv við Danmark Javnaðarflokkurin ynskir eitt rættvíst samfelag og ein rættvísan heim uttan fátækt.
Og flokkurin leggur afturat, at hann vil eisini hava ein heim við friði og umhvørvisligari javnvág.
- Ein heim, har menniskju liva í frælsi og javnstøðu og hava ávirkan á síni egnu lívsviðurskifti ? eitt rúmligt og tolsamt samfelag.
Tað staðfestir Javnaðarflokkurin í eini niðurstøðu eftir landsfundin í Norðurlandahúsinum í gjár og í dag.
Landsfundurin fegnaðist annars um tey stóru framstigini, sum eru hend serliga á almanna og heilsuøkinum, umframt á skúla- og mentanarøkinum.
- Fundurin fegnast eisini um stóra arbeiðið, ið løgmaður hevur lagt í at røkja uttanríkispolitiska økið og at fáa Føroyar við í aljóðagerðina.
Hinvegin harmaðist landsfundurin um, at fleiri av hinum flokkunum á ymsan hátt ætla at beina fyri ætlanini um, at Føroyar skuldu gerast partur av Kyoto avtaluni.
Landsfundurin er alt annað enn nøgdur við marknaðarføringina av mongu úrslitunum hjá flokkinum í hesum valskeiði og áleggur flokkinum at taka henda spurning í fullum álvara.
Annars staðfestir Javnaðarflokkurin, at hann framvegis virkar fyri:
- Frælsi frá fátækt og kúgan og frælsi at menna skapandi evni og møguleikar hins einstaka.
- Javnstøðu fyri øll, soleiðis at øll hava somu møguleikar og skyldur, óansæð sosialt bakstøði, kyn, átrúnað ella etniskan uppruna.
- Samhaldsfesti og brøðralag við menniskju um allan heim og við komandi ættlarliðum.
Javnaðarflokkurin kunngjørdi annars, at hann ætlar sær at vinna fólkatingsvalið.
- Javnaðarflokkurin hevur greitt alternativ til loysingaratkvøðuna hjá Sambandsflokkinum og Tjóðveldinum, sigur hann í eini niðurstøðu.
- Vit vilja hava eina nýggja og virðiliga skipan fyri samstarvið við Danmark. Hesa skipanina kalla vit ?sjálvstøðugt samstarv?, sigur flokkurin
- Sjálvstøðugt samstarv merkir, at vit beina burtur løgfrøðiligar forðingar og stirvnar tulkingar av donsku grundlógini, soleiðis at Føroyar fáa víðkað sítt uttanríkispolitiska virkisøkið og harvið marknaðaratgongdina munandi.
Javnaðarflokkurin staðfestir, at hann ætlar sær eisini at vinna løgtingsvalið, hetta tí, at tað framvegis er stór avbjóðing at virka fyri, at øll eiga sín lut í samfelagsmenningini. - Tað er framhaldandi okkara skylda, at tryggja, at øll eru við, sigur flokkurin.
Javnaðarflokkurin ásannar, at jú betur grundleggjandi vælferðartænasturnar virka, tess færri detta niðurímillum.
Nú Føroyar eru eitt valdømi, er tað ongantíð meira umráðandi, at øki ikki detta niðurímillum. Flokkurin ásannar, at tað er neyðugt, at lokalfeløgini framvegis verða krummtappurin í politiska arbeiðinum, sigur Javnaðarflokkurin.