Javnaðarflokkurin átti at minkað um aðalráðini

-Javnaðarflokkurin átti at nýtt høvið at minkað um aðalráðini, heldur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum. Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, stuðlar avgerðini hjá Javnaðarflokkinum og Jóannesi Eidesgaard, nú tað er greitt, at Jóannes Eidesgaard leggur frá sær sum fíggjarmálaráðharri.

Jørgen Niclasen sigur, at tað er týdningarmikið hjá Fólkaflokkinum at stuðla hesi avgerð hjá Javnaðarflokkinum, eins og hann heldur tað verða av týdningi, at aðrir flokkar virða teirra innanhýsis broytingar.

Men kortini heldur Jørgen Niclasen, at Javnaðarflokkurin átti at nýtt høvið, at fækkað um aðalráðini, nú broytingar vóru gjørdar í landsstýrinum.

-Eg virði avgerðina, men hevði kortini væntað og vónað, at Javnaðarflokkurin fór at nýta høvið, at fækka um aðalráðini, sigur Jørgen Niclasen.