Javnaðarflokkurin upp á pláss aftur í Sandoy

Fólkaflokkurin tykist skula missa umdømisvalda mannin, sum teir hava havt í minsta valdøminum síðani í 1984

J. P. Davidsen á Sandi var tingmaður fyri javnaðarflokkin frá 1936 og til hann legði frá sær í 1970. Tá tók Tórálvur Mohr Olsen við. Í 1978 misti javnaðarflokkurin tingmannin í Sandoyar valdømi. Teir fingu hann aftur á valinum í 1980, og so høvdu teir hann fram til valið fyri fýra árum síðani. Nú tykist javnaðarflokkurin í Sandoyar valdømi so at siga at koma upp á pláss aftur. Sambært veljarakanningini í hesi vikuni verður hann størsti flokkur í valdøminum.
Men tað verður í stórari kapping við tjóðveldisflokkin, sum vann tingmannin fyri fýra árum síðani, og sum rættuliga tykist hava vunnið takið aftur á sandoyingum, sum hann hevði fyri fjøruti árum síðani, tá Erlendur Patursson var umboðaði flokkin í Sandoyar valdømi.

Fólkaflokkurin fyri skrædli
Siðani 1984 hevur fólkaflokkurin í Sandoy átt støðuga umboðan í løgtinginum. Í kanningini í hesi vikuni er ein lítil triðingur av veljarunum í valdøminum spurdur, hvønn tey høvdu valt, um val hevði verið nú. Sambært svarini eru vánirnar hjá fólkaflokkinum at endurvinna sessin ikki góðar. Tað eru næstan ellivu prosent frá fólkaflokkinum og upp til javnaðarflokkin og tjóðveldisflokkin.
Síðani 1988 hevur John Petersen verið valdur tingmaður fyri fólkaflokkin í Sandoyar valdømi. Tá hann segði tingsessin frá sær, tí hann fyrst varð valdur til landsstýrismann og síðani fór heilt burturúr politikki, hevur Eyðun Viderø verið tingmaður. Hann umboðaði flokkin í tinginum 1978?1980 og 1984?1988.
Sambandsflokkurin hevur ongantíð átt tingmann í Sandoyar valdømi. Tað tykist hann heldur ikki skula fáa hesa ferð, men hann er nú triði størsti flokkur í valdøminum.