- Tingbólkurin hjá Javnaðarflokkinum er helst ov góður til at hava meg uppi í sínum flokki, sigur Gerhard Lognberg við Rás2 Nú løgtingsnevndir skulu veljast av nýggjum, er greitt, at Gerhard Lognberg helst fer í valbólk við andstøðuna.
- Javnaðarflokkurin hevur vent mær bakið. Eg gjørdi, hvat eg kundi fyri at vera innanfyri samgonguna, men flokkurin vendi mær bakið ? og spakuliga eri eg trýstur úr tingbólkinum.
Gerhard Lognberg sigur, at síðan hann tók seg úr samgonguni, hevur hann einki samskifti havt við tingbólkin hjá flokki sínum.
Sandoyartingmaðurin var eitt nú framsøgumaður Javnaðarfloksins í fiskivinnumálum, men tað er hann ikki longur. Hann er eisini í vinnunevnd løgtingssins, og hendan sessin vónar hann at kunna varðveita í valbólki við andstøðuna.
Spurdur, um hann ikki hevur svikið sínar veljarar við at taka stuðulin til samgonguna aftur, sigur Gerhard Lognberg:
- Nei, tað haldi eg ikki. Eg trúgvi, at flestu vita, hvat tey hava valt meg upp á. Tað er Javnaðarflokkurin, sum hevur svikið Sandoynna og Suðuroynna.
Gerhard sigur, at hann hevur gott samband við javnaðarfelagið í oynni.
- Men tingbólkurin hjá Javnaðarflokkinum er helst ov góður til at hava meg í sínum flokki.
Spurdur, um hann er á veg inn í annan flokk, sigur tingmaðurin:
- Nei, tað kenni eg einki til.
Og spurdur, um hann hevur fingið tilboð um at koma upp í Miðflokkin, sigur hann:
- Tað havi eg onga viðmerking til.
Men merkir tað ikki, at tú hevur fingið eitt slíkt tilboð?
- Nei, tað merkir tað ikki. Eg havi onga viðmerking til tað, sigur Gerhard Lognberg, løgtingsmaður, við Kára Mikkelsen á Rás 2.