Javnaðarflokkurin vil veruligt sjálvstýri

Jóannes Eidesgaard vísir á, at munurin ímillum samgonguna og Javnaðaarflokkin er, at samgongan vil formelt sjálvstýri beinan vegin, meðan Javnaðarflokkurin ynskir at arbeiða stigvíst móti veruligum sjálvstýri

? Vit ynskja heilt greitt ein nýggjan ríkisrættarligan sáttmála millum Føroyar og Danmark. Men høvuðsmunurin á sáttmálanum, vit ynskja og sáttmálanum, samgongan ynskir, er, at samgongan vil hava ein sáttmála, ið staðfestir formelt føroyskt sjálvstýri, meðan vit ynskja ein sáttmála, ið gevur Føroyum veruligt sjálvstýri.

Formaður Javnaðarfloksins sigur, at Javnaðarflokkurin nú hevur tikið endaliga støðu í spurninginum um ríkisrættarligu støðu Føroya, og tískil fer flokkurin ikki at nýta meira tíð og orku uppá at viðgera fullveldisuppskotið hjá samgonguni.


Veruligt sjálvstýri

Jóannes Eidesgaard vísir á, at tá Javnaðarflokkurin tosar um veruligt sjálvstýri, merkir hetta, at vit skulu gera ein sáttmála við donsku stjórnina, ið sigur, at Føroya Løgting ger av, hvørji málsøki verða tikin yvir, so hvørt vit hava fíggjarliga- og umsitingarliga orku til tess.

? Tað, sum landsstýrið vil við fullveldisætlan síni, er at fáa staðfest føroyskt fullveldi ein ávísan dag. Landsstýrið vil taka yvir øll mál í senn og síðani lata fleiri teirra aftur til danir at umsita. Hetta er jú púra øvugt mannagongd.

Jóannes Eidesgaard vísir á, at ætlan landsstýrisins merkir, at vit skulu gera ein rúgvu av sáttmálum við danir um, hvussu teir skulu umsita øll tey málini, vit ikki megna at umsita, tá vit hava tikið fullveldi eftir ætlan landsstýrisins.

? Hetta merkir, at ábyrgdin skal liggja í Føroyum, men umsitingin í Danmark.

Hetta, heldur Jóannes Eidesgaard, fer at gera, at vit fáa ein øgiligan umsitingarligan vavstur, ið verður nógv ógreiðari enn verandi ríkisrættarliga støða.

Men verður ætlan Javnaðarfloksins um at taka yvir málsøkini so hvørt vit ynskja tað, heldur Jóannes Eidesgaard, at tá verður talan um veruligt sjálvstýri í yvirtiknu málunum.

? Okkara ætlan er ein ætlan, ið er møgulig at fremja í verki, uttan at hon minkar um livistøðið hjá Føroya fólki.


Mugu virða komandi landsstýri

Jóannes Eidesgaard sigur seg ikki skilja, at landsstýrið gongur so høgt uppí, at vit skulu fáa ein sáttmála, sum sigur, at vit fáa fullveldi ein ávísan dag.

? Okkara uppskot fylgir uttan iva betur fólkaræðisligum grundreglum, tí vit ynskja ikki at binda nakað komandi landsstýri, men at arbeiða okkum so líðandi móti størri og størri sjálvræði, sigur Jóannes Eidesgaard.

Formaður Javnaðarfloksins heldur tað vera skilabest at gera ein sáttmála við danir, ið kann sigast upp av báðum pørtum. Hann vísir á, at við slíkum sáttmála er møguleiki fyri at siga sáttmálan upp, fyri at gera ein nýggjan enn betri sáttmála, allatíðina til staðar.


Loysingin ikki mál í sær sjálvum

Hóast Jóannes Eidesgaard púra greitt vísir á, at Javnaðarflokkurin ynskir víðkað sjálvstýri, staðfestir hann kortini, at loysingin fyri Javnaðarflokkin ikki er eitt mál í sær sjálvum.

? Høvuðsmálið hjá Javnaðarflokkinum er at skapa virðingarbestu liviumstøður fyri allar føroyingar, og hetta verður á bestan hátt gjørt við sjálvstýrisuppskoti okkara. Men tað skal vera í neyvum samstarvi við danir, tí samstarv er eitt lyklaorð í sosialdemokratiskum politikki, staðfestir Jóannes Eidesgaard.

Jóannes Eidesgaard sigur, at tvær meginreglur liggja sum grund fyri støðutakan floksins. Tann fyrra er, at ætlan landsstýrisins eftir øllum at døma fer at merkja eitt afturstig í livikorum og vælferð hjá fólkinum. Hin er, at uppskot samgongunnar ikki fer at geva eitt greitt valds- og ábygadarbýti.

Formaður Javnaðarfloksins er fegin um, at Javnaðarflokkurin á eykalandsfundinum leygardagin enn einaferð hevur staðfest, at flokkurin innanhýsis er samdur í spurninginum um ríkisrættarligu viðurskiftini.

? Vit hava nú tikið endaliga avgerð, og fara vit tískil ikki at brúka fleiri kreftir til at viðgera uppskot samgongunnar. Hon kann nú sigla sín egna sjógv, sigur Jóannes Eidesgaard, sum kortini virðir samráðingarrættin hjá landsstýrinum í ríkisrættarliga spurninginum.