Hetta vil Javnaðarflokkurin á sjálvstýrisleið.
Javnaðarflokkurin vil, at øll samfelagslig menning í Føroyum hevur til endamáls, at skapa eitt samhaldsfast samfelag fyri frí og fræls menniskju, har umsorganin fyri felags áhugamálum og vælferð fólksins, er í hásæti.
Øll stig á leiðini fram ímóti hesum samfelag, skulu fremjast á fólkaræðisligum grundarlagi, har størst møgulig semja er eitt aðalmál.
Javnaðarflokkurin ásannar, at eingin er betur førur fyri at avgera, hvat er gott fyri føroyingar, enn føroyingar sjálvir.Á hesum støði er allur politikkur Javnaðarfloksins grundaður.
Eisini strembanin fram ímóti fullum og veruligum sjálvstyri í Føroyum.
Javnaðarflokkurin ásannar, at tíðin er farin frá heimastýrislógini, og at neyðugt er við nýggjari skipan. Eini skipan, ið samsvarar teimum ynskjum, sum meirilutin av fólkinum hevur, og er grundað á ta menning, ið er farin fram, síðan heimastýrislógin kom.
Tað mesta, sum kann yvirtakast eftir heimastýrislógini, er yvirtikið. Harafturat eru fleiri málsøki, ið eftir heimastyrislógini eru felagsmál, í roynd og veru undir føroyskum valdi.
Verandi skipan
má broytast
Javnaðarflokkurin ásannar, at tíðin er farin frá heimastýrislógini, og at neyðugt er við nýggjari skipan. Eini skipan, ið samsvarar teimum ynskjum, sum meirilutin av fólkinum hevur, og er grundað á ta menning, ið er farin fram, síðan heimastýrislógin kom.
Ógreiða er um tey nógvu nýggju málsøkini, sum eru komin upp, síðan heimastyrislógin varð gjørd.
Politiska og búskaparliga menningin í Føroyum hevur havt við sær, at heimastyrislógin ikki longur megnar at greiða ábyrgdarbytið ímillum danskar og føroyskar myndugleikar. Serliga á fíggjar- og búskapar- økinum, er hetta ein forðing fyri framhaldandi menning í Føroyum.
Alheimsgerðin av heimsbúskapinum ber í sær, at alsamt størri tørvur verður á, at vit í Føroyum hava dygg politisk og búskaparlig stýringsamboð, sum vit sjálvi hava ræði á og eftirlit við. Hetta er alneyðugt, til tess at tryggja støðufesti í føroyska samfelagnum.
Sjálvstýrislóg og samveldissáttmáli
Javnaðarflokkurin vil, at heimastýrislógin verður tikin av, og at ein nýggj sjálvstyrislóg verður sett í staðin.:
Samveldissáttmáli skal áseta, at Føroya Løgting, sum umboð fyri Føroya fólk, er hægsti mynduleiki í Føroyum.
Sáttmálin tekur av allar formligar avmarkingar fyri, hvørji mál og málsøki kunnu verða yvirtikin - tað merkir, at øll mál koma undir føroyskt ræði, tá Føroya Løgting ger tað av.
Greiðar reglur skulu gerast um føroyskan heimarætt. Ríkisfelagsskapurin gevur øllum í felagsskapinum somu ríkisborgararættindi.
Tá ið alt lóggávuarbeiði Føroyum viðvíkjandi verður gjørt á Føroya Løgtingi, verður fólkatingsumboðanin tikin av.
Hvussu sleppa vit úr Ríkisfelagsskapinum
Sjálvstyrislógin skal innihalda ásetingar um, hvussu samveldissáttmálin skal sigast upp, um so er, at føroyingar einaferð ynskja at fara úr ríkisfelagsskapinum.
Fólkaatkvøða í Føroyum staðfestir endaliga sjálvstýrislóg og samveldissáttmála.
Sjálvstýri eftir hesum leisti hevur sostatt ongar avmarkingar, tí við samveldissáttmálanum kunnu vit økja okkara sjálvstýri frá partvísum til fullfíggja sjálvstýri, so hvørt sum vit skapa fíggjarligar og fyrisitingarligar fyritreytir.
Ríkisstuðulin
minka burtur
Sjónarmið okkara er, at peningaveitingar millum partar í einum ríkisfelagsskapi hava til endamáls at tryggja øllum borgarum eitt virðiligt lív. Veitingar frá danska statinum til Føroya eru ikki olmussa, men natúrligur rættur í tí samstarvi, sum ríkisfelagsskapurin er karmur um.
Javnaðarflokkurin skjýtur upp, at lutfall verður sett ímillum vøksturin í føroysku tjóðarframleiðsluni og einari minking í ríkisveitingunum.
Eftir hesum leisti kann ríkisstuðulin minkast burtur eftir einum áramáli, uttan at tað fær óhepnar avleiðingar fyri føroyska búskapin og harvið fyri føroysku vælferðina. Hvussu skjótt tað kann gerast, verður treytað av vøkstrinum í føroyska búskapinum.
Tá eru vit komin hagar, at vit kunnu taka støðu til ríkisfelagsskapin, leys av fíggjarligum bindingum.
Omanfyri eru nevnd brot úr sjálvstýrislóg Javnaðarfloksins. Tað sigur seg sjálvt, at ein tillaðing í millum samgonguuppskotið og uppskot Javnaðarflokksins á sjálvstýrisleið, eigur at verða møgulig, men innanfyri ríkisfelagsskapin, sjálvandi.
Hvussu leingi vit skulu vera í hesum felagsskapi, er ikki neyðugt at seta dato á nú, eftirsum allir flokkar taka undir við tilagingum, ið ger okkum til eina sjálvbjargna tjóð við einum sjálvberandi búskapi - har er eingin ósemja.
Vit eru samdir um endamálið, eisini hvussu tað kann røkkast, men bara ikki hvat dato?ið verður.
Javnaðarflokkurin vil fegin verða við í prossessini, er tað bara dato?ið, sum er so magtpáliggjandi hjá samgonguni, so er Javnaðarflokkurin ikki við.
Vinarliga
Birgir Waag Høgnesen