Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin
Í fjør helt løgmaður røðu fyri teimum homosexuellu í Grasagarði, har hann hálovaði sínum egna tolsemi. Mánamorgunin setti hin javnaðarmaðurin í landsstýrinum, Hans Pauli Strøm, ráðstevnu í Norðurlandahúsinum fyri homosexuel lesandi. Sostatt stendur øllum í landi okkara púra greitt, at javnaðarflokkurin hevur ein almennan politikk, sum vælsignar homosexuellan livihátt. At hesin flokkurin skal vera stjórnarberandi er ein vanlagna fyri land okkara, tí tá landsins leiðarar, teir, sum fólkið skal fylgja og síggja upp til, seta slíka kós fyri fólkið, sigla vit vandasjógv sum tjóð. Sum landsins leiðarar eiga teir at sýna virðing fyri teimum kristnu virðum, sum fólk okkara hámetir. Og tey virðini eru fyrst av øllum ótti (respekt) fyri Guði og Hansara orði. Seta vit Guðs orð til síðis fyri ein næstrakærleika, sum góðtekur, at "hvør ger, sum honum lystir", so er næstrakærleikin ikki annað enn líkasæla fyri næstanum. Lata vit næsta okkara í blindum ganga út av eggini, tí honum lystir tað, so elska vit ikki næstan. Næstrakærleiki er at peika á sannleikan. Og sannleikin um tey homosexuellu er, at tey liva í stríð við náttúruna, so sum Guð, skaparin og upphavið til alt lív í sínum alvísa ráði hevur skapt hana. Á so nógvum økjum gera vit almennar fyriskipanir, sum eru ætlaðar til at hjálpa, har borgarin er farin av kós. Men á hesum øki er øvugt. Heldur enn at hjálpa fara landsins leiðarar út og gera seg upp við sínum tolsemi. Men tolsemi er eitt sera misbrúkt orð. Tolsemi snýr seg um at góðtaka, at onnur hava aðra meining. Tolsemi snýr seg um at tala seg til rættis heldur enn at kríggja seg til rættis. Tolsemi snýr seg ikki um at sleppa ábyrgdini fyri næstanum, tí hann má sjálvur um, hvussu hann livir.
Hans Pauli Strøm sigur, at fólk mugu sjálvi um, hvørjum tey sova saman við heima við hús. Í fyrstu atløgu ljóðar tað sera tolsamt, sera humant. Men er hetta nú rætt. Hvar gongur markið fyri hesi líkasælu landsstýrismansins? Kann ein maður t.d. hava 5 konur, sum vit kenna frá øðrum londum? Og hvussu ætlar Hans Pauli Strøm við sínum tolsemi við lóg at tryggja tí manni og teimum 5 konunum teirra "sjálvsøgdu" rættindi? Skulu tey ikki sjálvi sleppa at avgera, hvussu tey vilja liva? Skylda vit ikki slíkum til ta tíð eina lóggávu, sum tryggjar eftirsitandi hjúnarfeløgum arvarætt? Um kona nr. 3 doyr fyrst, hvør skal so arva hana? Maðurin, hinar 4 konurnar ella bara hennara børn og ikki hini børnini? Og hvat við teimum 20 børnunum? Skulu vit ikki hava serligar "avsláttarskipanir" til barnagarð, skúlar, strandferðslu og annað, tá hesin maðurin við sínum 5 konum kemur til kassa 1 at biðja um hjálp til uppihald? Skal okkara samfelag skrotta allar normar? Skulu vit ongar absoluttar hava? Eru ongir megin"holdningar" galdandi longur? Skal hjúnalagið bara vera ein av mongum samlívsformum at velja ímillum? Hvat er ein familja í verðini hjá Hans Paula? Er tað tveir pápar og 3 ættleidd børn? Ella 1 pápi, 7 mammur og 31 børn? Hvørja kós ynskir Hans Pauli og hansara løgmaður, at okkara samfelag skal halda og hvar eru vit í 2015?
Hesir javnaðarmenn eru ikki bangnir fyri at lata børn vaksa upp við 2 pápum og ongari mammu og øvugt. Men samstundis hava javnaðarmenn í norðurlandahøpi gjørt av at kanna umstøðurnar hjá børnum, sum vaksa upp í "nýreligiøsum" heimum. Og undir teirra "nýreligiøsa" hugtak kemur alt, sum ikki kann kallast etablerað trúarsamfeløg. Eisini hvítusunnusamkomur og líknandi trúarsamkomur skulu undir lupp norðurlendsku sosialdemokratanna. Tí vandi er fyri, at tey verða heilavaskað, verður sagt. Men at geva homosexuellum rætt til at uppala børn, er eitt av fremstu áhugamálum norðurlendsku javnaðarmanna. Onki uppskot er um at kanna uppvakstrar-umstøðurnar hjá hesum børnum. Ongin veit, hvussu hesi børn hava tað og hvørjar kenslur bylgjast í teirra barnahjarta. Soleiðis sær politiski veruleikin út ídag. Ætlanin við miðvíst at bróta niður kristna grundstøðið í samfelag okkara gerst meir og meir sjónlig. Stig fyri stig er javnaðar-kósin sett. Eins og í hinum norðanlondunum.
Takk Gerhard og Jógvan
Gerhard Lognberg er eitt undantak. Hann fylgir tíbetur ikki javnaðarkósini. Hann hevur boðað frá, at hann als ikki hevur álit á sínum landsstýrismanni, og at hann angrar, at hann nakrantíð hevur valt hann til landsstýrismann. Og Jógvan á Lakjuni hevur somuleiðis gjørt sína støðu greiða fyri landsstýrinum. Gott, at vit eiga slíkar menn, sum ikki tiga, og tøkk skulu tit hava fyri tað. Vónandi gera tit tykkara ávirkan galdandi, næstu ferð boð verða eftir einum tolsamum, líkasælum politikkara, sum heldur, at "øll skulu bara gera, sum teimum lystir".
Latið okkum standa saman um at verja okkara land, so vit kunnu tryggja børnum okkara eina bjarta framtíð, har ongin ivi er um, hvørji virði varða.