Javnaðarmaður - tað er sosialistur og sjálvstýrismaður

-

- við heilsu til inkvisitorin, Manna Persson


Fyri nøkrum døgum síðani setti Manne Persson mær og tveimum øðrum "kammiratum" ein "einfaldan spurning" í bløðunum. Hann spurdi m.a. um vit enn stóðu á tí sama politiska grundvølli, sum hann hevði funnið orðaðan í eini 20 ára gamlari lýsing í blaðnum Framanum, sum vit høvdu ábyrgdina av tá. Og hann spurdi, hví vit nú høvdu valt júst tann Javnaðarflokkin, sum vit tá húðflettu í greinum og røðum.

Merkiligt at Manne spyr umaftur, tí hann fekk væl og virðiliga svar frá mær uppá nøkulunda sama spurningin fyri hálvumøðrum ári síðani. Men hann hevur óivað gloymt tað, at hetta er aðru ferð hann spyr. Fyrstu ferð var í nov. 1998. Tá hevði hann eisini verið og grópað í gomlum Framum, 20 ár afturi í tíðini. Tað ferðina hevði hann funnið eitt langt brot úr eini oddagrein í Framanum, sum hann helt var passaliga egnað at stempla meg sum svíkjara móti egnum sosialistiskum hugsjónum. Hesaferð hevur hann funnið eina stuttorðaða parolu, sum hann nú mundi halda vera enn meira illavorðin at slongja í skonina á mær.

Men hví spyr Manne ? Hann kennir jú svarið frammanundan, hvar íð eg standi. Tað liggur í teirri politisku avgerð, eg tók, táið eg fór uppí Javnaðarflokkin og stillaði upp til løgtingsval út frá politisku stevnuskránni hjá flokkinum.

Eg trúgvi heldur ikki Manne spyr av prinsipiellum áhuga fyri míni politisku søgu. Enn minni trúgvi eg, at hann spyr - sum hann sigur - av umsorgan fyri mínum veljarum í Norðstreymi. Annars kundu tey eisini lesa tað drúgva og gjølliga svarið, sum eg gav Manna hesum viðvíkjandi, tá hann spurdi fyrstu ferð.

Nei, eg rokni tíverri við, at Manne spyr út frá somu skitnu motivum, sum vit so ofta hoyra um í valstríði í t.d. USA, har teir grava aftur í fortíðina hjá politisku fíggindum eftir skandalum og duldum misgerðum, sum kann seta teir í ringt orð.

Tað stuttliga er tó, at tá Manne fer í Javnaðarflokkin at grava gamlar politiskar ekstremistar upp úr politiska vinstravonginum í 70-unum, so leitar hann í skeivum flokki. Vit í felagnum Føroyskir Sosialistar løgdu okkum meir og meir á eina politiska kós, sum skuldi bróta tað sekterisku innibyrgingina av vinstravonginum, við at fáa eitt ítøkiligt og politiskt samstarv við tær progressivu ella framburðsinnaðu kreftirnar í fakligu og politisku arbeiðararørsluni í Føroyum.

Fyri hetta vóru vit skýrdir svíkjarar og revisionistar (t. e. fráfalnir sosialistar) av hinum meira víðgongdu bólkunum, sum høvdu skilt seg burtur úr okkara felag. Tað var fyrst felagið Oyggjaframi, Marx-Leninistar, sum mest gjørdi um seg í Havn. OFml, sum tað nevndist, gav blaðið Arbeiðið út, sum hevði mynd av teirra andligu leiðarum í blaðhøvdinum: Marx, Lenin, Stalin og Mao! Teirra strategi var m.a. ikki at samstarva við nakran men at yvirtaka leiðslurnar í fakfeløgunum. Í fullum álvara talaðu OFml'arnir um vápnaða kollvelting í Føroyum (rætt skal vera rætt: longur enn ti orð kom tað tó ikki). Seinni fór eisini ein annar bólkur burturúr okkara felag og skipaði sítt egna, Kommunistiskir Útisetar, tí vit høvdu svikið trúnna og vóru farnir ov langt til høgru !.

Um Manne nú hevur ætlanir um at halda áfram við síni inkvisitión yvir tey vinstrahallu frá 70'unum, so kundi kanska næsti spurningur hjá honum verið, hvussu tað ber til, at ongin av teimum, sum stílaðu fyri í Oyggjaframa Marx-Leninistum ella Kommunistiskum Útisetum, fóru uppí Javnaðarflokkin, og hví teir heldur allir valdu ein annan ávísan flokk framum ?

Sum Manne undrast á í spurningi sínum í nov. 1998, undrast hann nú aftur í mai 2000: hvussu ber tað til at tit, sum funnist so harðliga at Javnaðarflokkinum tá, kortini valdu hann framum? Tað kundi bara verið ein annar flokkur sum kom uppá tal, nevnliga Tjóðveldisflokkurin. Men svarið nú eins og tá er, at vit høvdu ongar vónir til Tjóðveldisflokkin. Hann avnoktaði blankt at stilla seg vinstrumegin ella høgrumegin - at vera fyri eini sosialistiskari ella kapitalistiskari samfelagsskipan. Tá, eins og nú, vóru tey nationalistisku sjónarmiðini so einaráðandi, at vit roknaðu ikki Tjóðveldisflokkin upp í vinstrakreftirnar. Tað gjørdu vit hinvegin við partar av Javnaðarflokkinum - hóast vit funnist so harðliga at honum, men sum við ein íð hóast alt stendur á somu síðu sum ein sjálvur.

Hetta var annar aðalmunurin tá - og er tað enn - at Javnaðarflokkurin stendur vinstrumegin, hóast mistøk og skeivar avgerðir hava verið og fara at koma.

Hin aðalmunurin kom til sjóndar í sjálvstýrispolitikkinum. Tá settu vit stríðið fyri sosialum rættvísi og solidariteti, fyri sosialismu, fremst. Hetta var høvuðsmálið - og stríðið fyri sjálvstýri var ein táttur í hesum. Soleiðis var raðfestingin, og ikki øvugt. Hetta gjørdi eisini munin á Javnaðarflokkinum og Tjóðveldisflokkinum. Hesin seinni hevði tá og hevur enn, hóast málbrúkið er broytt, sum sítt einaráðandi mál at skipa Føroyar sum fullveldi - nú beinanvegin - men hvørjar tær búskaparligu og sosialu fortreytirnar skulu verða fyri tí, og hvussu samfelagið so skal skipast, fyri at tað skal ganga upp, ja tað skulu vit berjast um, hvør móti øðrum og stætt móti stætt, aftaná at avgerðin er sett í verk.

Javnaðarflokkurin hevur hinvegin sum sítt avgjørda fremsta mál at skapa andliga og tímiliga betri og ríkari lívskor hjá fólkinum, hjá verkafólkinum á sjógvi og landi, hjá børnum og ungum, hjá gomlum, og hjá øllum sum eru við skerdan lut. Vit vilja verja og betra um tær vælferðarskipanir, sum gera Føroyar til eitt betri og rættvísari samfelag enn tað, sum tey fingu lut í, sum stríddist undan okkum. Og vit vilja støðugt vinna longri framá í stríðnum fyri einum samhaldsfastum samfelag, sum vinnur á øllum mismuni millum einstaklingar og stættir.

Ein sjálvsagdur táttur í hesum stríðnum fyri samfelagsligum frælsi er at vit tjóðskaparliga eisini vilja standa á egnum beinum, at vit gerast búskaparliga sjálvbjargin og eisini ráða okkum sjálvi til fulnar - so vit sum búgva í hesum landi, og ongin annar, skulu ráða fyri, hvussu vit skipa okkara samfelag.. Men vit ásanna, at vit hava ídag ikki allar tær búskaparligu og fyrisitingarligu fortreytir sum skulu til, og tí er fyrsta stigið, at vit miðvíst fara eftir at útvega okkum tær, at vit nú fara at leggja grundarlagið, sum einar frælsar Føroyar kunnu standa á. Javnaðarflokkurin loypir ikki eftir einum fullveldi, sum búskaparligt og fyrisitingarligt grundarlag ikki er undir, og sum vit skulu gjalda fyri við skerdum samfelagsligum frælsi.

Jú, eg haldi tað er so náttúrligt, at ein sosialistur og sjálvstýrismaður hoyrir heima í Javnaðarflokkinum. Tá eg svaraði Manna síðst, vísti eg á, at tað hava verið gjørdar fleiri royndir at skipa politiskar flokkar vinstrumegin Javnaðarflokkin, sum tó allar eru so syndarliga miseydnaðar. Mín niðurstøða av hesum royndum var, at tað neyvan fer at verða rúm og vónandi heldur ikki neyðugt við nýggjum vinstraflokki. Tað er mín sannføring, at tey vinstrahallu sjónarmiðini skulu kunna rúmast í og vera ein partur av tí føroyska Javnaðarflokkinum. Tað var m.a. út frá hesi greiðu fyritreyt at eg á vári 1998 játtaði at fara uppí og stilla upp fyri Javnaðarflokkin.

Eg havi eisini sannað, nú meir enn tvey ár eru farin, at tað er hugsjónarliga rúm í Javnaðarflokkinum, her er vítt til veggja, ofta í sera lívligum og hvassum orðaskifti, um sosialismu og sjálvstýri, um neyðsemjur í gerandisdegnum og um politiskar hugsjónir. Men eg skal viðganga, at eitt mál hevur lagt seg tungt yvir alt og troðkað øll onnur spennandi mál til viks - tað er hetta stríðið um fullveldi ella sjálvstýri. Tí eri eg ein teirra, sum gleði meg til vit hava fingið lagt tað afturum, og tað aftur verður møguligt at viðgera verulig samfelagsmál, uttan at støðutakanin í hesum stríðnum skal forða fyri samstarvi millum teir flokkar, sum annars áttu at staðið saman, nevnliga Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin.


Hans Pauli Strøm,

javnaðarmaður