26-26 var úrslitið, tá VB og Neistin spældu í Vági.
Bæði liðini hava runnið aftaná Stjørnuni og Tjaldrinum seinastu kappingarárini. Tað eru greiðar ábendingar um, at tað fara kvinnurnar úr Vági og Neistanum eisini at gera í hesum kappingarárinum.
Tað var í seinastu løtu, at gestirnir úr høvuðsstaðnum vunnu seg upp á javnt.
VB var á odda við, tá ein minuttir restaði í.
Neistin gav bóltin upp og hevði sína seinastu roynd at fáa stig burtur úr dystinum. Tá var tað, at Birita Wardum gjørdi bart.
Útlendingarnir eyðsýndir
Tað hilnast oftast væl, tá útlendskir leikarar spæla í Føroyum. Tað eru óteljandi dømi um, at tær hækka støðið munandi, og tær eru somuleiðis meira eyðsýndar enn føroysku spælararnir.
Tað var aftur soleiðis í gjár.
Gintare Lydekaite, VB, var toppskjútti hjá heimaliðnum við 10 málum. Hon var serliga trygg við brotskøstum, og hon sendi fimm av teimum framvið Neista-málverjanum.
Barbara Brauer, Neistin, skeyt flest mál. 11 ferðir fór hon buldrandi ígjøgnum og sendi kúluna avstað.
Oddaliðini vunnu
Stjørnan og Tjaldrið hava framvegis fult stigatal, hóast klaksvíkskvinnur hava spælt tveir dystir fleiri.
Stjørnan vann greitt á útivølli móti StÍF. Gestirnir vunnu sær skjótt eina greiða leiðslu, og heimaliðið kom ongantíð aftur.
Durita Ljósstein, átta mál, og Durita Christophersen, seks mál, skaraðu burturúr og skutu flest mál fyri verandi føroyameistararnar.
Leikgongdin var ikki petti øðrvísi, tá Tjaldur hevði vitjan av VÍF.
Heimaliðið setti ferðina upp beinanvegin og rann avstað frá fyrsta bríksli. Tað var miðskeiðis í fyrra hálvleiki, at tað skrædnaði av álvara. Tá fór heimaliðið, við Simonu Petersen á odda, frá 10-6 til 16-6.
Liljan Djurhuus, VÍF, hevur, eins og í fjør, verið eyðsýnd í hesum kappingarárinum. Í gjár var hon ein støðug hóttan, og við sínum 11 málum staðfesti hon sína støðu, sum ein av fremstu hondbóltsspælarunum í landinum.