Føroyingar himprast ikki við at fara at samráðast við blóðdálkaðu leigusveinarnar hjá krígsgalna Vlademir Putin, forseta og hópdrápsmanni í Russlandi. Tað tykist greitt, nú slagið skal standa fyrsta dagin.
Fyri einum ári síðani var tað bara Fólkaflokkurin, sum fegin vildi samráðast við russar. »Eg kundi ikki skitið meira á, um russarar ella amerikanarar eru okkara vinir«. Tað var hugsanin hjá fiskimálaráðharra Fólkafloksins.
Avbjóðingin hjá Bárði á Steig Nielsen var so stór í november í fjør, at hann tveitti handklæðið í ringin og skrivaði út nýval, so hann slapp undan at vera tann, sum tók upp samráðingarnar við bøðlarnar í Russlandi.
Men so kúvendi Tjóðveldi brádliga. Og so blotnaðu allir hinir andstøðuflokkarnir, tí »landsstýrið ikki hevði fyrireikað nakað alternativ«, so einasti møguleiki var at leingja sáttmálan fyri 2023. Men bara fyri 2023, vissaðu teir um. Eisini Aksel V. Johannesen vissaði um tað.
Øðrvísi skuldi verða, tá andstøðan eftir valið hevði tikið um stýrisvølin í Tinganesi, varð sagt.
Nú hevur nýggja samgongan sitið sum rissa yvir deyðum fyli í 10 mánaðir – í morgin eru 10 mánaðir síðani at tey 25 tingfólkini hjá Javnaðarflokkinum, Sambandsflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn valdu Aksel V. Johannesen til løgmann. Og enn eru tey ongan veg komin og hava tíansheldur fyrireikað nakað alternativ til tey tvey av teimum trimum nýggju fiskiførunum, sum helst missa síni rættindi í Barentshavinum, um eingin sáttmáli verður við Russland.
At kapitalurin hevur gott tak á politikarum er ikki ókent og ikki nakað nýtt. Í øðrum londum er tað beinleiðis kontant avrokning millum sterku aktørarnar og politikarar. Men tað ber ikki til hjá okkum. Men kortini ber tað væl til at trýsta og hála og kína og draga soleiðis, at heilir flokkar skifta meining. Higartil tykist tað at verða eydnast at umvenda Sambandsflokkin, Tjóðveldi og Framsókn. Í næstu viku fáa vit at síggja, um Javnaðarflokkurin fer sama veg. Tá er tað, at veljarin kann fara at tosa um lyftisbrot. Um stór lyftisbrot.
Andstøðan kann smílast við Bárði Nielsen, ið smurdist um alt fimmoyrað, tá hann kom út av fundi við løgmann og Høgna Hoydal í Tinganesi í gjárkvøldið. Ikki serliga prátingarsamur, eins og Beinir Johannesen heldur ikki var tað.
Teir báðir hava nú skovlina undir løgmanni. Teir kunnu taka hendur saman við Høgna Hoydal og Ruth Vang og kroysta løgmann.
Lítið bendir á, at Aksel V. Johannesen ella Javnaðarflokkurin hava styrkina at halda fast um støðuna, sum allir tríggir samgonguflokkarnir – og partar av Sambandsflokkinum og Jenis av Rana vóru samdir um fyri einum ári síðani.
Tann einasti í Javnaðarflokkinum, sum vísir at hann heldur fast, er fólkatingsmaðurin Sjúrður Skaale. Men hann hevur einki at siga í Løgtinginum og harvið heldur ikki í landsstýrinum.
Óivað verður tað eitt neyðaregg av eini semju, sum kemur burturúr.
Russar sleppa ikki at fiska í felagsøkinum sunnanfyri, sum vit hava saman við bretum. Trýstið úr Bretlandi er stórt. Bara tað at bretska stjórnin sendi ambassadørin í Keypmannahavn at skriva eina viðmerking í Sosialinum um málið sigur okkum, at hetta er eitt mál, sum bretska stjórnin tekur í sera stórum álvara. Bretar hava útihýst russum úr brestkum sjógvi allastaðni. Tí vilja bretar heldur ikki hava russarar í felagsøkinum, sum bæði er føroyskt og bretskt.
Spurningurin er, hvat tað fer at merkja fyri føroysku rættindini í russiskum sjógvi. Ella um russar lata tað fara aftur við borðinum. Men tað hevur stóran týdning, tá russar fiska ein triðing av svartkjaftakvotuni í júst hesum øki.
Tað er valla hugsandi, at samgongan fer at bloyta upp tey tiltøk, sum longu eru sett í verk. So sum til dømis havnarstongsulin. Verður tað gjørt, so hevur Javnaðarflokkurin spælt fullkomiliga fallit – um tann støðan kann blíva verri enn tað sama.
Og so er spurningurin, um føroysku reiðaríini eykkaleys tora at senda fínu og dýru trolararnar við manning í russiskan sjógv at fiska. Er tað trygt? Er manningin trygg? Ella kunnu russarar finna upp á at taka trolararnar – og kanska finna upp á onkra orsøk at leggja hald á teir? Hvør kann tá krevja teir aftur til føroysku reiðararnar? Klára Aksel V. Johannesen og Høgni Hoydal at samráðast við leigusveinarnar hjá Putin um at fáa teir aftur á føroyskar hendur?
Russland hevur stolið nógv frá øðrum londum. Eitt nú frá danska bryggjarínum Carlsberg. Onnur sterk donsk fyritøka er bjálvingarfyritøkan Rockwool. Tann fyritøkan hevur somu strategi sum føroyingar, roynir at tjena sum mest og ikki tosa so nógv um ræðuleikarnar. Ov nógv pengar eru upp á spæl, sigur fyritøkan, sum dansar eftir russisku pípuni – og kanska ikki hugsar um, at evropiska pípan kann fáa annað ljóð, tá marknaðurin fær at kenna blóðdálkaðu vinirnar.
Og er tað bara tvælt, at vit skulu velja síðu?
Er tað líka mikið? Og skulu vit bara siga sum Bárður og Beinir, at vit eru so lítil, at vit gera ongan mun? Hatta við at talan er um mat er jú uttanumtos. Hjá Russlandi snýr tað seg um at fáa pengar at keypa vápn og lóður fyri, so russar kunnu drepa fleiri fólk í Ukraina. Russar hava dripið nógv fólk, men illa gongur. Russar skulu drepa nógv túsund fólk afturat, áðrenn tað fer at líkjast nøkrum hjá teimum.
– Jamen Russland hevur verið í kríggi við so nógv lond, meðan teir hava samstarvað við Føroyar, siga alsamt fleiri føroyingar. Ok? Hevur talan verið um nógv demokratisk lond? Og er tað ein umbering? Eiga vit um ikki annað at siga her til og ikki longur? Er tað ikki gott, at Evropa fyri einaferð skyld tekur seg saman og sigur stopp? Skulu vit føroyingar vera tey, sum bróta tann múrin?
Her eru nógvir álvarsamir spurningar at viðgera.
Vit eiga at taka støðu til, hvar vit eru. Vit eiga at staðfesta, at vit eru partur av Vesturheiminum, partur av Nato og partur av Evropa. Vit skulu ikki ganga sum boðfretar hjá blóðdálkaða Putin.
Aksel V. Johannesen hevur vunnið Javnaðarflokkinum fleiri sigrar. Seinasta sigurin, sum var tann størsti hjá flokkinum í 32 ár, vann hann til seinasta val, millum annað við lyftinum um at bróta samstarvið við Russland – »um kríggið ikki er liðugt tá«, sum hann segði.
At ganga frá einum so stórum vallyfti, samstundis sum fíggjarlógin er full av vælferðarskerjingum á økjum, sum eru hjartamál hjá Javnaðarflokkinum, og sum í tí stóra og heila eru smámál á eini fíggjarlóg við yvir 7.000 milliónum, so sum at skerja rættin til ókeypis heilivág, skerja útbúgvingarmøguleikar hjá fólki við skerdum førleikum, so kann Aksel V. Johannesen vænta sær sama lærupening, sum flokkurin fekk í 1994.
Ein syngjandi lúsing – og helst vælfortjentan lúsing – frá føroyska veljaranum.
– Men hvat kann so ein kroystur løgmaður gera? Kann hann seta samgonguna upp á spæl? Ja, sjálvandi kann hann tað. Hann kann skriva út nýval, hann kann siga samgongusamstarvið upp við Tjóðveldi og venda sær til Sambandsflokkin – hóast tað valla broytir føroysku tráanina um samstarv við russar.
Tað ringasta hann kann gera er aftur at sita sum ryssa yvir deyðum fyli, tí so fer hann skjótt at sita sum ryssa yvir deyðum flokki. Og gloymið ikki: Tað tók 21 ár at reisa Javnaðarflokkin úr øskuni eftir lúsingin í 1994...