Í morgun hevur Javnaðarflokkurin, sum stillar upp við 13 valevnum til fólkatingsvalið, lagt fram sína valskrá. Framløgufundurin var í Gulu Smiðju í Saltangará, har átta av valevnum floksins vóru møtt.
Valskráin hjá Javnaðarflokkinum til fólkatingsvalið hesaferð hevur sjey høvuðspunkt, og tað var ein væl upplagdur formaður floksins, Aksel V. Johannesen, sum stóð fyri sjálvari framløguni.
Yvirskrivtirnar til høvuðspunktini eru hesar -
1) Samstarva við øll - og skapa ítøkilig úrslit, 2) Fulla tíð á fólkatingi, 3) Sjónliga og virkna umboðan, 4) Loysa avbjóðingar hjá føroyingum, sum eru komnir tvørt fyri í skipanum millum Føroyar og Danmark, 5) Upplýsa um føroysk viðurskifti í frágreiðingum og við ráðstevnum, 6) Avgerðir um Føroyar skulu takast í Føroyum, og føroyski meirilutin skal virðast og 7) Politiskt stríð í Føroyum skal ikki niður á fólkating.
##med2##
Nøkur ítøkilig mál, sum Javaðarflokkurin ætlar sær at arbeiða við á fólkatingi, um flokkurin fær umboðið aftur, eru yvirtøka av loftrúminum, betri handilsavtalu við ES, broyttari uttanríkispolitiskari heimildarlóg, nýggjum føroyskum fongsli - og at føroyskt mvg, sum endar í danska ríkiskassanum, í staðin kemur í føroyska landskassan.
Javnaðarflokkurin hevur nú í trý valskeið átt annað umboðið á fólkatingi, og her hevur umboðið lagt dent á at samstarvað við allar viðkomandi partar.
- Hetta er í samsvari við floksins hugsan um, hvussu fólkatingssessurin skal brúkast, sigur flokkurin.
##med3##