Javnastøða á listanum í Eysturkommunu

Átta valevni eru á listanum – og tey eru úr øllum bygdunum í kommununi

 

Javnaðarflokkurin er nú klárur við listanum til býráðsvalið í Eysturkommunu í næsta mánað. Tey eru átta valevni á lista C, sum hann eitur, fýra menn og fýra kvinnur, og tey eru úr øllum fimm bygdunum í kommununi.

Listi C hevur tveir býráðslimir í verandi býráðið, Hans Mourits Foldbo og Árni Jacobsen, men Árni Jacobsen stillar ikki upp aftur.

 Annars eru tey átta valevnini, hesi:

Anna Tórbjarnardóttir, námsfrøðingur, Við Gøtugjógv

Bárður Reinert Joensen, skrivstovumaður, Leirvík

Bjørg Joensen Eskildsen, múrari, Undir Gøtueiði

Edvard á Hólalagnum, maskinmeistari, Leirvík

Hans Mourits Foldbo, sálarfrøðingur, Norðragøta

Marita Klein Joensen, hagfrøðingur, Syðrugøta

Regin Strømsten, sjómaður, Norðragøta

Unn Jarnskor Ellingsgaard, námsfrøðingur, Syðrugøta

Tey siga, at tey fara at leggja dnet á at gera spælipláss í øllum bygdunum, og at gera ungdómshús. Tey vilja eisini hava eitt vakið eyga við eldrarøktini og at útvega grundstykki til bústaðir.

Tey halda eisini, at allur bygningar hjá kommununi eita at hava grønar orkuskipanir.