Vagnur Michelsen
3. februar 1962 komu átta sjúklingar av Sanatoriinum í Hoydølum oman í ta nýggju barakkina, sum var uppsett fram við Hospitalsvegnum. Hoydalar skuldu ikki longur hýsa sjúklingum men studentaskúlanæmingum og næmingum í framhaldsdeild. Skúlanæmingarnir fluttu inn í gomlu bygningarnar í Hoydølum og nýggjur skúlabygningur skuldi byggjast.
Fleiri havnarfólk vóru ikki fegin um myrku, dapru og ljótu barakkina fram við Hospitalsvegnum, sum í norðara enda gjørdist nýggj tuberkladeild og í sunnara enda uppihaldsdeild hjá eldri fólki, sum ikki vóru nóg birg at fara heim eftir uppihald á sjúkrahúsinum.
Eldri maður segði mær herfyri, at kendur býráðslimur í Havn, sum nú liggur undir grønu torvu, segði honum, at svarta barakkin bara var fyribilsloysn. Tí tá útbyggingin av Landssjúkrahúsinum var liðug, skuldi barakkin takast niðuraftur. Vit skriva nú oktober 2005, og myrka, dapra og ljóta barakkin stendur har framvegis.
Kemur tú fram við uppihaldsdeildini sært tú høvdini í eldri fólki innanfyri. Og tá sveima tankarnir.
Er tað veruliga so galið í Føroyum, at vit í 2005 bjóða borgarum slíkar umstøður? Sambært akfarsteljing 1. september 2003 koyrdu 8500 akfør framvið vindeygunum hjá teimum gomlu, 3750 annan vegin og 4750 hinvegin.
Góðan summardag er nógvur bilosur har á leiðini, tí upphaldsdeildin er lægsta punkt, og í hesum regndøgum sprutta akførini upp á bygning og vindeygu. Tí er tað ikki rein luft, tey gomlu anda í seg, um vindeyguni standa á gloppi. Á skitnu gongubreytini sæst mangan fólk í hvítum kitlum.
Nú ætlar landsstýrismaðurin í almannamálum at selja íbúðarbygningarnar, sum hoyra til Landssjúkrahúsið. Mín áheitan til landsstýrismannin er: "Javnið upphaldsdeildina við jørðina skjótast tilber og brúkið part av søluni av íbúðarbygningunum at byggja mannsømiliga upphaldsdeild har á leiðini, tí grundøkið er tøkt bæði niðan fyri Landssjúkrahúsið og oman fyri Landssjúkrahúsið.
Landssjúkrahúsið og fígging
Eg havi ongantíð skilt, at Landssjúkrahúsið ferð eftir ferð kemur í fíggjarligar trupulleikar. Sjálvandi kostar tað meira pening at reka eitt sjúkrahús, sum júst hevur fingið nýtíðarbygning, harvið fleiri møguleikar og skal fylgja við tíðini.
Tað er heilt burturvið, at sjúkrahúsið noyðist at lata aftur barnadeild i vikuskiftunum, steingja aðrar deildir í tíðarbilum, spara uppvenjingarmøguleikar hjá fólki, og ikki at gloyma, framvegis at varðveita myrku, dapru og ljótu barakkina, sum minnir ein um arbeiðsbarakkirnar á sinni í Mjørkadali ella um fangabarakkirnar á Balkan fyrst í nítiárunum ella undir seinna heimsbaradaga.
Og hvat so, um Landssjúkrahúsið fær játtað nakrar milliónir aftrat?
Í hesum døgum verður seinasta hond løgd á fíggjarlógina fyri 2006. Løgtingið hevur uttan mótmæli játtað sær sjálvum tjúgu milliónir til framhaldandi umvæling av løgtingshúsinum og fimm milliónir til løgmanssæti í Hoyvík o.a.
Er talan um Landssjúkrahúsið, sum vit øll í mun til partapolitik ella átrúnað skulu brúka, so eru fjølmiðlarnir skjótir við peikifingrinum, men ikki eitt orð um tíggjutalsmilliónir til óneyðugar íløgur í løgtingshúsið og løgmanssætið. Hetta hongur bara ikki saman.
Tað mátti verið stoltleiki hjá eini tjóð, sum ætlar at vera millum fremstu tjóðir í 2015, at havt vælvirkandi Landssjúkrahús. Men hetta kostar pening.
Var sum smádrongur til staðar 19. juni 1962, tá ið Petur Mohr Dam løgmaður, Pauli Dahl yvirlækni og Lars P. Jensen danskur innanríkisráðharri løgdu hvør sín grundarstein til nýggja Landssjúkrahúsið. Tá var longu myrka, dapra og ljóta barakkin longu tikin í nýtslu sum fyribilsloysn, meðan byggingin av Landssjúkrahúsinum fór fram. Barakkin stendur har enn.