Javnleikur í fyrstu hálvfinaluni

Menninir hjá Neistanum hava enn fyrsta sigurin í nýggja árinum tilgóðar. Í gjár spældu teir aftur javnt, tá ið teir heima fingu javnleik 22-22 ímóti H71 í fyrru hálvfinaluni av Coca Cola-steypakappingini.

 

H71 kom væl betur frá byrjan og var eina løtu á odda 5-1, áðrenn Neistin vann seg inn aftur í dystin og lat H71 sleppa til hálvleiks við teprari 11-9-leiðslu.

 

Seinni hálvleikur leikaði rímiliga javnt á. Neistin gjørdi nógvar villur og kundi eftir dystin vera betur nøgt við 22-22-javnleikin, enn H71 kundi vera tað. Seinna hálvfinalan verður leikt í Hoyvík seinni í mánaðinum.

 

Fyri Neistan skutu Heini Hanusarson og Josef Abrahamsen hvør síni fimm mál, meðan Dánjal Tórgarð skeyt 10 mál fyri H71.

 

Í kvøld verða tveir dystir leiktir í Coca Cola-kappingini. Annar er í Vági , har VB-kvinnurnar taka ímóti Kyndli. Hin verður í høllini í Kollafirði, har KÍF tekur ímóti næstbesta liðnum hjá H71.

 

Ein dystur er eisini í bestu deildini hjá monnum í kvøld. Tað er StÍF, sum tekur ímóti VÍF.