Javnleikur í Hollandi

Súni Olsen var ikki á vøllinum, tá FC Zwolle um vikuskiftið leikti javnleik

 

Holland


FC Zwolle hevur rættiliga fingið ferð á síðani vetrarsteðgin, men um vikuskiftið gekst tó ikki heilt eftir vild hjá liðfeløgunum hjá Súna Olsen.

FC spældi á útivølli móti MVV, sum telist millum niðastu liðini úr deildini, og tað um reppið, at heimaliðið fór av stað við øllum.

Tíggju minuttir fyri leiklok eydnaðist nevnliga heimaliðnum at leggja seg á odda, og tað var ikki fyrr enn í næst seinasta minutti, at Zwolle aftur fekk javnvág í roknskapin.

Við javnleikinum misti Zwolle eitt fet í oddastríðnum, men enn halda teir fast um triðja plássið á stigatalvuni.