Javnleikur á Skála er góðkent hjá B68

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr miðvallaran hjá B68, André Olsen taka samanum málleysa javnleikin

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var á Rás2 við miðvallaran hjá B68, André Olsen, aftaná 0-0 javnleikin millum Skála og B68 á Skála í dag.

 

André Olsen heldur, at tað er góðkent hjá B68 at fáa eitt stig á útivølli ímóti einum øðrum uppflytara. Hann fegnast um, at serliga verjuparturin sá nógv betur út í mun til skrædluni í teimum undanfarnu dystunum, har málini eru rapaði inn ímóti NSÍ, Víkingi og B36.

 

B68 hevur fingið tríggjar javnleikir fyrstu seks dystirnar, og liggur á aftasta plássi. André Olsen ásannar, at sigrar mugu til, um B68 skal taka seg veruliga fram á stigatalvuni.

 

Mikukvøldið spælir B68 torføran útidyst ímóti HB í Havn. André Olsen hevur góðir vónir um, at B68 kann standa seg væl í hesum dystinum.

 

(Haldið okkum til góðar, at ljóðgóðskan á telefonsamrøðuni ikki er tann besta)