Javnleikur í toppdystinum

Neistin er oddalið í Okkarakappingini eftir javnleik móti H71

Neistin - H71 26-26 (13-15)

 

Talan var bæði um toppdyst og endurtøku av seinastu FM-finalum, tá ið Neistin tók ímóti H71 í Kvøld.

Neistin var undan dystinum bert eitt stig frá fremsta plássinum í Okkaradeildini, meðan H71 kundi leggja seg undir liðina á Neistanum við einum sigri.

 

So talan var um ein spennandi og javnan dyst, men Neistin ætlaði alt fyri eitt at renna undan.

Men H71 tók eina trýmálsleiðslu aftur tíðliga í dystinum, og so gjørdist torført at taka dagar ímillum.

Tað eydnaðist tó H71 at leggja seg á odda 13-15 beint fyri hálvleik, og í seinna hálvleik tóktust Føroyameistararnir at hava munin við einum og tveimum málum.

 

Tá ið einir fýra minuttir vóru eftir hevði H71 eisini eina leiðslu upp á tvey mál, men síðani skoraðu hoyvíkingar ikki aftur í dystinum.

Í staðin kundi Neistin fyrst javna, og tá ið teir bláu vunnu bóltin við hálvum minutti at leika, høvdu teir góðan møguleika at taka bæði stigini.

 

Allan dystin vóru royndirnar komnar frá Rasmusi Søby, ið spældi ein av sínum heilt góðu dystum. Hann skeyt eisini 15 mál tilsamans í kvøld.

Men H71 vardu væl fyri stórskjúttanum, og ið staðin varð roynt við einum 'flúgvara' til Høgna Zachariassen. Tað var um at eydnast á flottan hátt, men Ári Dam í H71 málinum fekk bjargað annað stigið til Hoyvíkar, tá ið hann tók knappa skotið frá neistavonginum.

 

Sostatt endaði dysturin 26-26, og Neistin liggur nú á odda í Okkaradeildini við einum máli betri í muni enn VÍF.

H71 er nummar trý.

 

Málskjúttar hjá Neistanum

Rasmus Søby 15, Tróndur Kragesteen 3, Jónsvein Dulavík 3, Høgni Zachariassen 2, Nicholas Satchwell 1

 

Málskjúttar hjá H71

Pætur Thomsen 5, Rúni V. Højgaard 4, Leivur Mortensen 4, Peter Krogh 4, Niklas H. Hanusson 3, Brandur Halgirsson 2, Boas Heinesen 1, Sigmundur H. Dahl 1, Andrias G. Fríðuson 1, Ári Dam 1

 

 

Støðan í Okkaradeildini (hsf.fo)

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Neistin92322062613
2VÍF92432182513
3H7192162001611
4Kyndil92201903010
5StÍF8179213-346
6KÍF8183187-45
7Team Klaksvík8177236-592