Hondbóltur
Kyndil var bara tvær ferðir á odda í dystinum móti Søljuni týskvøldið. Seinnu ferðina, tá Annika Thomsen fekk smekkað bóltin inn við nærmara stólpa góð bert 15 sekund fyri leiklok, og tað var so eisini nóg mikið hjá henni og liðfeløgunum at ogna sær týdningarmiklu stigini í botnuppgerðini móti Søljuni.
Tóktist mótleysar
Soleiðis ognaðu Kyndils-kvinnurnar sær fyrstu stigini á árinum, men tað gekk rúm tíð, áðrenn nøkur ábending kom um, at hetta skuldi gerast støðan við dystarlok.
Tað var nevnliga Søljan, sum fekk betru byrjanina í dystinum. Hóast Kyndil tóktist hava tikið við læru av tapinum á Giljanesi, har tær snøgt sagt vórðu rendar umkoll, so megnaðu gulu mótstøðukvinnurnar at halda eini hampuliga greiðari yvirvág í spælinum. Sum ikki einaferð, so var Nicoleta Radu krumtappurin í hesum, men fleiri av liðfeløgunum hennara tóktust eisini hava gott mót til uppgerðina, og í einstøkum førum var talan um heilt góðar kombinatiónir, sum førdi til, at leikarar gjørdust púrasta leysar.
Hinvegin var ikki sama bit í verjupartinum hjá Søljuni. Hóast Kyndil sjáldan megnaði at spæla verjuna hja´Søljuni tunna, so fingu tær fleiri ferðir roynt seg við skoti móti málinum. Og at sami leikari tríggjar ferðir á rað slapp at smekka standandi skot av trimum metrum í kassan, mundi ikki vera tað, sum tær høvdu ætlað undan dystinum.
Sum frá leið, so fekk Søljan eisini betri fatur á hesum partinum av spælinum. Nøkur skjótálop fingust eisini í lag, og so við og við tóktist næsti sigurin á árinum at koma alsamt nærri.
Seinastu løtuna undan steðginum tóktist tær á heimaliðnum fullkomuliga at hava mist mótið, og havandi í huga tungu gongdina, sum liðnum hevur verið fyri í ár, so tóktist tað sera ivasamt, um Kyndil megnaði at venda hesum.
Mansverjan avgjørdi
At tað so kortini bar til, komst serliga av tveimum orsøkum. Onnur var, at Grønu leikararnir tóktust hava sett sær fyri í steðginum, at her skuldi einki gevast burtur. Og hin ? og hon var kanska týdningarmiklari ? var, at tær nú fóru undir mansverju av Nicoletu.
Hjá Søljuni merkti hetta, at spælið steðgaði at kalla heilt upp. Uttan vanliga skiparan megnaðu tær als ikki at fáa glið á nakað sum helst, og tá tær heldur ikki tóktust hava nakað móttrekk móti mansverjuni, noyddist Nicoleta fyri tað nógva bara at standa bíðandi uppi á miðlinjuni. Nakrar ferðir royndi hon tó at skræða seg leysa, men hóast hon fekk langt tjóður frá dómarunum til hetta, so var tað sjáldan, at úrslitið av hesum var somikið munagott, at tað speglaðist aftur á máltalvuni.
Hjá Kyndli gekk kanska framvegis striltið at koma ígjøgnum vágaverjuna, men tær høvdu tó eitt vápn, sum í stóran mun bøtti um hetta. Lotte Sørensen hevur millum lítið og einki spælt í ár, eftir at nústaðni er um at koma fyri seg eftir skaða. Ofta er tað kanska misjavnt, hvørja ávirkan hon hevur á viðleikararnar, men hesaferð sýndi hon seg tó frá síni heilt góðu síðu. Høvdu mongu fríspælingar hennara verið betri gagnnýttar, hevði Kyndil ivaleyst vunnið ein tryggari sigur enn tað sama, men móti dystarenda tók hon alt meira á egnar herar, og hetta gav eisini úrslit. Hóast hon ikki telist millum tær kvikastu, so eydnaðist fleiri ferðir at finta seg fram til skotmøguleikar, og fær hon tíð og pláss, so sita skotini aloftast væl plaserað.
Sum frá leið, so fekk Kyndil eisini samband við Søljuna. Eitt skifti var lítki til, at báðir partar fullkomuliga steðgaðu upp, tá einki mál kom í einar 10 minuttir, men so kom aftur glið á. Søljan megnaði tó aftur at leggja seg á odda 17-16, men so var liðugt. Kyndil átti tey bæði seinastu málini, og so var liðugt. Tær grønu kundu jublandi staðfesta, at bjargingin hóast alt ikki so ræðuliga langt burturi, og tó at langt ífrá alt stríðið er tapt, so vistu gestirnir, at tær við hesum høvdu mist ein gyltan møguleika at leggja sjógv niður til botnin.
Dysturin í tølum
Kyndil-Søljan 18-17 (8-12)
Málskjúttar
Kyndil: Ann Mari Wang 5(2), Lotte Sørensen 4, Annika Thomsen 3, Anja Heinadóttir 2, Hildur Mikkelsen 2, Anita Kjærbo 1, Randi Wardum 1
Søljan: Heidi Maria Akselsen 6, Nicoleta Radu 5, Hertha Simonsen 2, Arnleyg Haraldsen 1, Petra Thomassen 1, Heidi Haraldsen 1, Jana Jacobsen 1
Brotskøst: Kyndil 4, Søljan 3
Útvísingar: Kyndil 1, Søljan 4
Dómarar úr H71: Jákup Símun Simonsen & Høgni M. Joensen. Lótu til tíðir ov nógv um seg ganga, men hinvegin var dysturin av slíkum slag, at hann skjótt kundi verið floytaður sundur og saman.