Javnstøða ? ein felags avbjóðing

TíÐindaskriv frá Almanna- og Heilsumálaráðnum

Árni Magnússon, almanna- og javnstøðumálaráðharri í Íslandi, var í døgunum 19. til 21. januar á væleydnaðari vitjan hjá Hans Paula Strøm, landsstýrismanni. Endamálið við vitjanini var at kunna politikarar um arbeiðið við javnstøðu í Íslandi. Árni Magnússon hevði 20. januar framløgu á Hotel Hafnia fyri løgtingslimum, landsstýrismonnum, Javnstøðunevndini og øðrum.

Arbeiðið fyri javnstøðu - royndir úr Íslandi
Í fyrra umfari røddi Árni Magnússon um ta vitan og tær royndir, sum arbeiðið fyri javnstøðu hevur borið við sær í Íslandi.
Altingið samtykti verandi javnstøðulóg í 2001. Endamálið við javnstøðulógini er at fremja og arbeiða fyri javnrætti millum kynini á øllum økjum í samfelagnum. Hetta endamál verður rokkið við at arbeiða fyri eins ávirkan millum kvinnur og menn á avgerðir og á politikk; við at arbeiða fyri, at tað verður gjørligt at sameina arbeiðslív og familjulív hjá bæði kvinnum og monnum; við at betra støðuna hjá kvinn-um og økja um teirra møguleikar í samfelagnum; við at økja um upplýsing um javnstøðumál, og við at greina hagtøl sambært javnstøðuhugsjónini og við at økja um javnstøðu-gransking.
Almenna arbeiðið fyri javnstøðu
Almenna arbeiðið fyri javnstøðu er sambært javnstøðulógini býtt í tríggjar partar: Javnstøðuskrivstovan, Javnstøðuráðið og Kærunevndin í javnstøðumálum. Javnstøðuskrivstovan er ein fyrisitingarligur stovnur, sum hevur til uppgávu at hava eftirlit við javnstøðulógini, at skipa fyri undirvísing og upplýsing um javnstøðu, at ráðgeva um javnstøðu og at gera tilmæli til javnstøðuráðharran, og annað praktiskt arbeiðið, javnstøðu at frama. Javnstøðuráðið, sum verður sett eftir hvørt altingsval, hevur umboð fyri arbeiðsmarknaðin, kommunur, landsfyrisitingina, kvinnufelagsskapir og onnur. Javnstøðuráðið hevur til uppgávu at arbeiða fyri javnstøðu millum kvinnur og menn á arbeiðsmarknaðinum. Í Kærunevndin í javnstøðumálum sita 3 løgfrøðingar. Ráðharrin í javnstøðu-mál-um velur ein lim, og Hægsti rættur velur 2 limir. Kærunevndin hevur til uppgávu at viðgera einstøk mál og at gera metingar um, hvørt talan er um brot á javnstøðulógina.
Eitt ár eftir hvørt altingsval skal ráðharrin í javnstøðumálum leggja fyri Altingið eina ætlan fyri, hvussu stjórnin arbeiðir við javnstøðumálum í valskeiðnum.

Verkætlanir til frama
fyri javnstøðu
Lógin um javnstøðu hevur tryggjað kvinnum og monnum somu rættindi, men sambært Árna Magnússyni hevur hon ikki tryggjað kvinnum og monnum somu veruligu støðu í samfelagnum. Til tess at betra um støðuna hjá kvinnunum hevur stjórnin tískil sett sær fyri at skipa fyri verkætlanum á ymsum økjum. Eitt dømi um eina tílíka verkætlan er eina tvørpolitiska nevnd at arbeiða fyri at økja um luttøkuna hjá kvinnum í politikki. Nevndin gjørdi eitt framúrskarandi arbeiði í 1999, tá talið á kvinnum í Altinginum øktist frá 25% til 35%.


Lønarmunur
Sambært Árna Magnússyni er ein av teimum týdningarmestu uppgávunum at javna lønarmunin millum kvinnur og menn, sum enn er sera stórur í Íslandi. Langt er eftir á mál, áðrenn eins løn verður veruleiki.

Lóg um barnsburðarfarloyvi
Í seinna umfari røddi Árni Magnússon um ta nýggju lógina um barnsburðar- og foreldrafarloyvi, sum kom í gildi í 2001. Lógin er eitt víðgongt tiltak fyri at fremja javnstøðu á arbeiðsmarknaðinum og fyri at byggja brýr millum arbeiðs- og familjulív.
Lógin gav pápum rætt til barnsburðarfarloyvi, sum ikki kann verða flutt til mammurnar. Eisini ásetti lógin endurgjald fyri barnsburðarfarloyvi, sum í stóran mun bøtir fyri lønarmissin.
Við lógini hava mammur rætt til barnsburðarfarloyvi í 3 mánaðir, pápar hava rætt til barnsburðarfarloyvi í 3 mánaðir, og 3 mánaðir kunnu foreldrini býta sínámillum. Tað samlaða barnsburðarfarloyvið fyri hvørt barn er sostatt 9 mánaðir.
Ein barnsburðargrunnur umsitur barsilsgjaldið. Grunnurin fær inntøkur frá tí almenna, og frá arbeiðsgevarum, sum gjalda eitt ávíst prosenttal av teirra tryggingargjaldi í grunnin.
Gjaldið til móttakaran er 80% av miðallønini í tey seinastu tvey árini innan barnsburðin. Móttakarin fær tó ikki meira enn 80% av 600.000 íslendskum krónum (sum eru umleið 55.000 danskar krónur).
Lógin um barnsburðarfarloyvi hevur av álvara vunnið frama millum íslendskar pápar, sum í øtkum tali nýta høvið at fara í barnsburðarfarloyvi. Í 2003 vóru 84,3% av pápunum í barnsburðarfarloyvi.
Síðani lógin kom í gildi, eru galdandi reglur broyttar nakrar ferðir, tí tað er so at siga ógjørligt at kenna allar teir óvæntaðu spurningarnar, sum kunnu stinga seg upp. Arbeitt verður støðugt við at gera tillagingar, soleiðis at foreldur at pinkubørnum fáa størsta gagn burturúr barnsburðarskipanini.

Fyrilestrarnir hjá Árna Magnússyni eru at finna á www.ahr.fo