Javnstøðuarbeiðið gerast meiri sjónligt

Søkt verður nú eftir skrivara til Javnstøðunevndina, ið fær til uppgávu at arbeiða við støðugt vaksandi javnstøðuarbeiðinum.

Almanna- og heilsumálastýrið søkir nú eftir fólki í tíðaravmarkað starv sum skrivari hjá Javnstøðunevndini. Játtanin á løgtingsfíggjarlógini seinnu árini til Javnstøðunevndina er økt, úr 175.000 krónum í 1997 til 263.000 í ár og tað gevur rúm fyri at løna einum fólki í hálva tíð.

Tann, ið settur verður, skal taka sær av javnstøðumálum burturav. Í ársfrágreiðingini fyri 1997 sigur Javnstøðunevndin, at uppgávurnar eru so nógvar, bæði uppsøkjandi, kunnandi og útinnandi arbeiði. Slíkt arbeiði kann ikki gerast bert sum nevndararbeiði. Neyðugt er tí við løntum fólki burturav at taka sær av støðugt vaksandi javnstøðuarbeiðinum. Og fyrr enn tað er sett verður arbeiðið ikki gjørt til lítar.

Arbeiðsøkið hjá viðkomandi, ið settur verður, verður málsviðgerð, skrivstovuhald og umsiting. Fundarfyrireiking og fundaravgreiðsla. Uppsøkjandi og kunnandi virksemi.

Ongin ávís útbúgving verður kravd, men hollar arbeiðsroyndir eru neyðugar. Starvið krevur eitt fólk, sum hevur áhuga fyri javnstøðuarbeiði, sum dugir og hevur hug at arbeiða sjálvstøðugt, hevur hugflog og evnar at gera javnstøðuarbeiðið sjónligt, millum annað við samstarvi við fjølmiðlar.

Saman við nevndini skal viðkomandi leggja framtíðarætlanir fyri javnstøðuarbeiðið. Hugsast kann um tílíkt sum kunnandi arbeiði og samstarv við arbeiðspláss, lærustovnar og skúlar. Eisini krevjast evnir og hugur at málbera seg munnliga og skrivliga.

Afturfyri býðir Almanna- og heilsumálastýrið eitt sjálvstøðugt starv, sum tann setti verður við til at mynda frá byrjan. Freistin at søkja er úti hálvan februar.

Javnstøðunevndin er ein sjálvstøðugur myndugleiki. Samstarvið við landsstýrið gongur um Almanna- og heilsumáladeildina, og tað inniber m.a. at Javnstøðunevndin, tá ið hon gerst kunnug við evni, sum landsstýrið eigur at taka til umhugsunnar ella at broyta, boðar landsstýrinum frá hesum.