Javnstøða hevur týdning

Fyrsta landsstýriskvinnan í Føroyum æt Jóngerð Purkhús. Hon var ikki landsstýriskvinna í hvørjum sum helst. Nei, hon var landsstýriskvinna við fíggjarmálum. Hetta var fyri 35 árum síðan. Hon var harumframt eisini fyrsta kvinna í Føroyum, sum var útbúgvin búskaparfrøðingur.


At tað fyri 35 árum síðan vóru fleiri kvinnur (les: ein), enn tað er í landsstýrinum nú, er ein syrgilig gongd. Vit hoyrdu í dag løgmann siga, at hann var ikki stoltur av tí, men at tá ið tey høvdu valt landsstýrisfólk, so var niðurstøðan, at hesir vóru teir, ið vistu mest um økini. Kanska teir skulu víðka sín sjónarring eitt sindur, um teir ikki duga at finna nakra kvinnu, sum er nóg skikkað. 


Javnstøða hevur týdning. Lurtið bara eftir, hvat ungu genturnar søgdu í Degi og viku í dag. Fyrimyndir hava týdning fyri hvørja leið, sum verður vald. Minnist einaferð eina kvinnu, sum fortaldi, at tá ið Lars Løkke aftur bleiv statsministari eftir Helle Thorning-Schmidt, tá hevði lítli sonur hennara spurt “kann ein maður virkuliga vera statsministari?”. Hann hevði ikki sæð ein mann í tí sessinum áður.


Tá ið tað søguliga og í stóran mun enn er soleiðis, at tað eru menn, ið sita við valdinum, so hevur tað ávirkan á okkara samfelag. Tað skapar eina mynd av, at menn eru teir, sum hava vald. Hetta er ikki ein lærdómur, ið eg vil, at komandi ættarlið enn skulu læra. Okkara fólkaræði er umboðandi og skal vera umboðandi. Tað merkir eisini, at vit í øllum viðurskiftum eisini hava javnstøðuna við í arbeiðinum.


Hervør Pálsdóttir,

Tingkvinna Tjóðveldi