Javnt í 1.Deild

Liðkappingin í Bridge fyri 1, 2 og 3.deild byrjaði síðsta vikuskiftið í skúlanum í Sørvági.Eftir at trý tey fyrstu umførini eru leikt má sigast at kappingarárið 2006 kann gerast sera spennandi. Einans í 3.deild hevur eitt lið lagt seg klárt á odda

Bridge

Í 1.deild eru trý lið farin avstað frá hinum. Tað eru liðini hjá Allan Dal- Christiansen, Boga Simonsen og liðið hjá Símin Lassaberg. Hesi liðini vóru eisini mett sum greiðir favorittar undan kappingina.

Støðan í 1.Deild
1Símin Lassaberg66
2Bogi Simonsen62
3Allan Dal-Christiansen61
4Jóna Grunnveit31
5Eyðun Jacobsen24
6Óli Holm23

Multihold er ein útrokning, ið áleið sigur, hvussu tey einkultu pørini á einum liðið hava klára seg.

Multihold 1.Deild

Fýra tey bestu
1) Marner Joensen - Dia Jacobsen20,06 (4)
2) Allan Dal- Christiansen - Robert Langaard 19,75 (4)
3) Bogi Simonsen - Hallberg Arnfríðsson19,63 (4)
4) Heðin Mouritsen - Jóannes Mouritsen17,38 (4)

Í 2.deild er kappingin eisini sera jøvn og stríðið um at vinna sær sess í bestu deildini kann gerast sera hart.
Liðið hjá Marjun Restorff hevur lagt seg á odda eftir trý tey fyrstu umførini, men liðini hjá Hallur Ellingsgaard og Jórun Johannesen líka í hølinum.

Støðan í 2.Deild
1Marjun Restorff59
2Hallur Ellingsgaard57
3Jórun Johannesen51
4Marita Krosstein37
5Jákup Egholm35
6MBM30


Multihold 2.Deild
Fýra tey bestu
1Hans Egil Joensen - Edmund Joensen17,13 (6)
2Marjun Restorff - Arnleyg Mikkelsen17,03 (6)
3Oddmar Danielsen - Einar Ellingsgaard16,67 (6)
4Hallur Ellingsgaard - Páll Hansen16,03 (6)

Spenningurin í 3.deild er ikki so stórur, her hevur liðið hjá Jens Paula G. Nolsøe lagt seg klárt á odda eftir tey fyrstu umførini. Liðið hjá Knút Nygaard er á øðrum plássið meðan liðið hjá Súsonnu Dam er á triðja plássið.
Á liðinum hjá Jens Paula G. Nolsøe eru umframt Jens Paula G. Nolsøe og Danny Danielsen, eisini tvær ungar damur, ið luttaka í liðkappingini fyri fyrstu ferð. Tær eru Eva Berg og Anna Olsen.

Støðan í 3.Deild
1Jens Pauli G. Nolsøe67
2Knútur Nygaard49
3Súsanna Dam33
4EyB 329

Multihold 3.Deild
1Jens Pauli G. Nolsøe - Danny danielsen20,89 (6)
2Knútur Nygaard - Áki Dimon16,50 (6)
3Eva Berg - Anna Olsen16,17 (6)
4Jóhan í Smiðjuni - Petur Gærdbo14,06 (6)


Næstu umførini í liðkappingini verða leikt leygardagin 4. februar í Eysturoynni.