?Sjálvt í Heimsins ríkasta landi liva milliónir undir hungursmarkinum, tí politiski viljin vil tað soleiðis.? Annars yrkti Grundtvig fyri áleið 170 árum síðani: Og da har i rigdom vi drevet det vidt, når få har for meget og færre for lidt.?Lat meg leggja aftrat, at 6. okt. 1992 fóru Føroyar á heysin við fullum blokki:??7000 mátti flýggja?25% blivu arbeiðsleys?og mong mistu hús og heim og vóru sett í sera stóra skuld.??So tað má vera annað enn blokkurin, sum skapar ójavnan. Hvussu kunnu skattalættar verða viðtiknir, meðan minni blokkurin hevur virkað, samstudis sum hildið verður fast við, at teir ikki hava ávirkað fíggjarstøðuna? Løgið.?Nei, Edmund. Fíggjarúrslitið, sum vit síggja, er júst soleiðis, sum samgongan hevur stýrt hana til at vera, alt annað eru undanførslur fyri at sleppa undan rokningini á valdegnum.?Tí óansæð ríkidømi, so føra tykkara politisku hugsjónir og tykkara samgonguavrik til fíggjarliga trongstøðu fyri tey, ið av eini ella aðrari orsøk sita á samfelagsins niðastu rókum. Tí tað er ikki bara ein spurningur um pening, men eisini og serliga um vilja til at vera og gera nakað fyri tey, ið veruliga hava brúk fyri tí. Hann hava tit ikki. Og so er tann søgan ikki longur.