Javnt í grannauppgerð

Úrslitini í HM-undankappingarbólki 9 lagaðu seg væl hjá Skotlandi. Skotar gjørdu sína skyldu og vunnu á heimavølli á Hampden leikvøllinum 2-0 á Makedonia, aftaná hálvleiksstøðuna 0-0. Scott Brown legði Skotland á odda tá 56 minuttir vóru farnir. 10 minuttir undan leikloki økti James McFadden til 2-0. Hetta úrslitið merkti, at Noreg mátti vinna ímóti Íslandi í Reykjavík, men tað eydnaðist ikki. Okkara norðurlendsku grannar spældu javnleik 1-1, sum eisini var hálvleiksstøðan. John Arne Riise legði annars Noreg á odda 1-0, tá 10 minuttir vóru farnir, men tá ein hálvur tími var farin javnaði Eiður Gudjohnsen til 1-1.