Javnt millum Russland og Ungarn

Tann seinasti dysturin í EM-hondbóltskappingini í kvøld var í bólki C millum Ungarn og Russland, og hann endaði, at liðini fingu 31 mál í part. Í hálvleikinum var eisini javnt, 19-19.

 

Tað ungarska liðið byrjaði sum eitt satt illveður. Teir vóru á odda tað mesta av tíðini, og tá hálvur sjeyndi minuttur var eftir av dystinum, var Ungarn á odda 30-27. Men so hendi tað, at russar skutu fýra mál á rað og komu upp á 31-30. Men ein minutt fyri dystarlok javnaði Ungarn, og so endaði ein sera spennandi dystur javnur.

 

Hetta úrslitið ber í sær, at fyribils er EM-, HM- og OL-meistararnir Frakland aftast í bólki C.