Jay Leno takkar fyri seg

Eftir at hava verið vertur í vælumtóktu sendingini The Tonight Show í 22 ár, takkar Jay Leno fyri seg, og letur ein nýggjan skemtara sleppa framat.

 

Tað er amerikanska sjónvarpsstøðin NBC, sum ber hesi tíðindini í dag.

 

Jay Leno, sum arbeiðir fram til várið í 2014, ynskir nýggja vertinum, Jimmy Fallon, góða eydnu við starvinum.

 

- Eg vóni tú verður eins heppin og eg, og at tú megnar at halda fast í hesum starvið inntil tú verður ein gamal maður, sigur 62 ára gamli Leno, og leggur aftrat, - um tú hevur tørv á hjálp, so finnur tú meg í garasjuni, sigur Leno sambært útlendskum miðlum.

 

Fallon, sum er 38 ára gamla, byrjaði sína karrieru í sjónvarpi í sendingini Saturday Night Live í 1998, og er í løtuni vertur í Late Night.

 

- Eg gleði meg til at gerast vertur í einari sending, sum verður send um dagin, ístaðinfyri um morgunin, sigur Jimmy Fallon í viðmerking við útlendskar miðlar.