Stóru tónleikastjørnurnar Jay-Z og Bruce Springsteen fara báðar at halda ókeypis konsertir til frama fyri amerikanska forsetavalevninum Barack Obama.
Jay-Z fer at halda tvær ókeypis konsertir, sum skulu royna at fáa ung til at lata seg skriva inn sum veljarir og atkvøða fyri Obama.
Herfyri rósti Obama sjálvur unga ættarliðið av hip-hop?arum, sum Jay-Z er partur av:
- Áður lótu tónleikarar seg kúga av plátufeløgum teirra. Teir kláraðu seg væl, men høvdu ongar visiónir. Í dag opna teir egin studi?ir og fara inn í vinnulívið. Teir eru meiri sofistikeraðir enn áður og tað haldi eg er herligt.
Bruce Springsteen spælir ókeypis í Detroit. Hann stendur fyri tí tónleikarliga undirhaldinum við veljarafundirnar í býnum.
Einki forsetavalevni hevur áður klárað at fáa eins nógvar tónleikarligar stuðlar og Obama. Hann kann fáa at kalla øll at stilla upp ? og uttan at biðja um tað.
16. oktober fara Springsteen og Billy Joel saman at halda eina stuðulskonsert í New York.