Jazzfestivalurin byrjaður

Mikukvøldið fór 16. Jazz-, fólka- og bluesfestivalurin av bakkastokki. Sum altíð, so er borðreitt við kendum og minni kendum nøvnum. Millum kendu nøvnini eru í ár eru Sanne Salomonsen og Big Fat Snake, men tað vóru Poul Dissing og synir, ið stóðu við stórum stavum fyrsta kvøldið í ársins skrá

Dagfinn Olsen

Myndir: Álvur Haraldsen



Mikukvøldið byrjaði Tórshavnar Jazz, Fólka og Bluesfesivalurin 1999. Hetta er tann 16. í røðini og aftur í ár hava Norðurlandahúsið og Brandur Øssursson megnað at fáa stór nøvn hendavegin. Í ár er tað Danmark, ið stendur sum avsendaraland, tá størstu nøvnini seta beinini á føroyska jørð.


Brandur prof í útlondum

Tá Brandur Øssursson og hansara Jassar frá Tórshavnar Musikkskúla høvdu lagt fyri í forhøllini mikukvøldið, setti stjórin í Norðurlandahúsinum, Helga Hjørvar, festivalin.

Fólk var so smátt farið at savnast í húsinum, tó at enn ikki var fult hús.

Síðani áttu Noreg og Svøríki pallin. Akku úr Noreg umboða sangsiðin hjá kvinnuinuittunum í Canada, norskan fólkatónleik og sibiriskan sang. Umframt er tubablásarin kendur fyri at framala ljóðmyndir.

Høgmarkarna umboðaðu svenskan fólkatónleik og hugtóku í sínum vøkru tjóðarbúnum.

Eisini leikti danski amerikumaðurin Bill Buchman. Hann er jazzpianistur og hevur eisini gjørt jazzplakatina í ár. Hann hevur spælt við kendum tónleikarum. Mikukvøldið var tað tann í Føroyum so kendi bassleikarin Edvard Nyholm Debess, ið legði botn í. Fríggjakvøldið fer eisini ein føroyskur saxofonleikari á pallin við Bill og Edvardi. Tað er Brandur Øssursson, ið fyrr var professionellur jazztónleikari í útlondum.


Spælimenn í 25 ár

Spælimenninir í Hoydølum settu seg síðani væl tilrættis í Klingruni og tað sama gjørdi lurtarafjøldin, ið nú tóktist at vaksa.

Tað eru í august í ár 25 ár síðani at spælimenninir byrjaðu at spæla. Manningin hevur verið rættiliga støðug, tó at gestatónleikarar hava verið við. Skráin hjá bólkinum hevur verið merkt av, hvør hevur leikt við. Traditionell norðurlendsk, bretsk og amerikonsk løg og so tey mongu hjá Ívari Bærentsen. Hetta er tann føroyski bólkurin, ið hevur ferðast mest við sínum tónleiki. Síðani 1977 hava tey spælt í Norðurlondum, Bretsku oyggjunum, Amerika og Europeiska fastlandinum. Í áttatiárunum spældi tey eini 50 konsertir árliga, úti sum heima. Bólkurin hevur givið 7 plátur ella fløgur út.

Mikukvøldið hugtók bólkurin við tónleiki, ið ikki kundi annað, enn fáa áhoyraran at liva við. Og hóast nógv ár á palli, so eigur bólkurin enn spæligleði og evnini at hugtaka við klaveri, floytu, fiól og kontrabassi og kassaguitari.


Dissing ikki tað

ringasta ein hevur...

Síðst á skránni mikukvøldið stóð Dissing, Dissing, Nissen og Dissing. Poul Dissing kenna tey flestu og hann hevur vitjað her áður. Hann hevur staðið á danska tónleikapallinum í meira enn 30 ár. Longu í fimtiárunum leikti hann jazz við Freddy Fræk. Hann leikti tá trompet.

Dissing legði trompetina á hillina, men helt á at syngja sín serstaka vísusang og undirtøkan vaks. Eisini vildu tónleikarar sleppa at spæla saman við honum. Nevnast kunnu Benny Andersen, Fuzzy, Pierre Dørge og bólkurin Burnin? Red Ivanhoe.

Poul Dissing hevur roynt nógv og nú samstarvar hann við synir sínar, Jonas og Rasmus Dissing, ið spæla munnharpu, klaver og syngja.

Og tá Dissing trein á pall mikukvøldið, vóru nærum allir sessir mannaðir í konserthøllini. Og ósvikaliga tryggur undirhelt hann við vísum og smásøgum, ið bundu saman skránna. Og ungu menninir við hansara lið stuðlaðu væl.

Og tey, ið kanska bert kenna Dissing frá ?..om lidt er kaffen klar?, fingu eisini sítt og kanska eitt sindur afturvið, um tey høvdu oyruni opin, tí tað var eitt væl upplagt Dissing-harkalið, ið setti punktum mikukvøldið.