Jazztónar aftur á Hvonn

Jazzur er á Hvonn týsdagar og Hvonn týsdag spæla dugnaligir leikarar, og er tiltakið eisini væl vitjað. Í kvøld er aftur møguleiki at hoyra jazz Í kvøld ber til at hoyra Annu Katrinu Petersen trio á Hvonn. Afturat sær hevur Anna Katrina, ið sjálv syngur, Leiv Thomsen á guitar og Bjarka Meitil á bass.

Stutt kann sigast, at hetta er millum allar bestu tónleikarar í landinum. Leivur og Anna Katrina eru bæði útlærd á Det Kongelige Musikkonservatorium í Keypmannahavn. Tað eru bert fá ár síðan at hesi bæði fluttu til Føroyar at búgva og arbeiða.

Leivur eigur óivað krúnuna sum Føroya allar besti guitaristur, og hansara evnir sum jazz guitaristur eru heilt einastandandi.

Bassleikarin Bjarki Meitil er útlærdur á Berklee College of Music í Boston. Bjarki er m.a. kendur sum bassistur í bólkinum BrekkuBrothers.

Anna Katrina Petersen trio verður sum sagt at hoyra á Hvonn í kvøld. Kvøldini við livandi tónleiki á Hvonn eru sera væl móttikin og hvørt týskvøld er Hvonn á tremur við glaðum og spentum fólki, ið vilja hoyra jazz tónleik. Tí er rættast at vera í góðari tíð, um ein ynskir eitt gott sitipláss. Tónleikurin byrjar sum vanligt kl 21. Tað er týskvøld, tað er jazz, tað er Hvonn, tað er tað.