Í dag gevur plátufelagið TUTL út fløguna Debazz, av Edvard Nyholm Debess. Alt ov sjálvdan eru føroyskar jazzfløgur at síggja á marknaðinum, so tað kemur væl við, at Debazz, ein sonn jazzfløga, nú, er givin út.
Tónleikurin er friðarligur jazzur, við óvæntaðum, men væl skipaðum íblástrum, og solo-spæli. Sera góður jazzur, og væl ognaður til ?bakgrundstónleik?.
Edvard Nyholm Debess, hevði saman við TUTL, í samband við fløguna, tíðindafund í morgun, har tónleikur hansara varð spældur, fyri at vísa fólki á, hvat fløgan er gjørd av. Umboð fyri plátufelagið TUTL var tilstaðar, og kaffimunnur var eisini eisini at fáa.
Edvard hevur sjálvur skrivað flestu løgini, og hevur hann eisini skipað fyri flestu tiltøkum, í samband við fløguna. Við honum, hevur Karsten Vogel framleitt fløguna.
Kendu jazztónleikararnir, Karsten Vogel, Jacob Christoffersen og Ole Theill, spæla við Edvardi í bólkinum, og saman, hava teir spælt fløguna inn, í kendum studio, kallað Focus Recording, í Keypmannahavn.