Betur kend var hon sum Jean Shepard. Í veruleikanum bar hon navnið Ollie Imogene Shepard.
Hon andaðist í vikunni, 82 ára gomul.
Jean var kend countrysangkvinna. Gjøgnumbrot hennara kom í 1953 við A Dear John Letter. Seinni var hon frammi í oddinum við eittnú A Satisfied Mind og Beautiful Lies í 1995.
Í 2011 fekk hon rúmd í Country Music Hall of Fame.
Fleiri countrystjørnur eru farnar foldum frá í 2016, t.d. Merle Haggard, Guy Clark og Ralph Stanley.