Ein av vinningunum í Prix Føroyum, sum júst er farin afturum bak, var at spæla í Jelling festivalinum í Jyllandi. Fyrireikararnir høvdu umboð á konsertini, og teir valdu síðani ein av bólkunum at spæla á sínum festivali. Teir høvdu frítt val millum allar seks bólkarnar, sum vóru á palli hetta kvøldið.
Deja Vu gjørdist bólkurin, sum skal spæla á Jelling festivalinum. Fríggjadagin skal slagið so standa, tá ungu havnarmenninir fara á pallin.
Nýggj uppliving
? Vit hava ongantíð fyrr spælt á einum slíkum festivali, og tað verður tí nýtt og spennandi fyri okkum, sigur Líggjas Olsen, sum syngur og situr við tangentarnar hjá Deja Vu.
Føroyski bólkurin fer á pallin fríggjadagin tann 30. mai klokkan 19, og teir fáa ein tíma at spæla í.
? Vit spæla mest egin løg. Vit spæla í umleið 45 minuttir við egnum løgum, og so hava vit eisini trý cover løg, sigur Líggjas.
Hóast bólkurin skal spæla á tí minsta av teimum trimum pallunum, so eru teir ikki ónøgdir um hetta. Danski rockbólkurin Big Fat Snake skal spæla ein hálvan tíma aftaná Deja Vu, og tí skuldi nakað av fólki verið til staðar undir konsertini.
Bólkurin hevur einaferð fyrr verið í Danmark og spælt. Tá vóru teir við í eini amatørkapping og gjørdust nummar tvey.
Ein í Danmark
Fimm mans eru við í bólkinum. Fýra teirra búgva í Føroyum, meðan tann eini lesur í Keypmannahavn. Tað er gittarspælarin Rói Christiansen, sum býr í Danmark. Teir fýra, sum eru í Føroyum, hava vant í útvarpshøllini seinastu vikurnar.
? Tað er sjálvandi eitt sindur keðiligt, at vit ikki hava verið fullmannaðir undir venjingunum í Føroyum, men vit fara allir at venja saman í tveir dagar áðrenn festivalin, sigur Líggjas.
Bólkurin fer at leggja seinastu hond á fyrireikingarnar á einum háskúla í Jyllandi, har teir hava fingið innivist. Eisini fara teir at spæla eina lítla konsert fyri næmingunum á skúlanum, og tað er góð fyrireiking til tað endaliga brakið.
Limirnir í bólkinum eru Líggjas Olsen (sang og tangentar), Flóvin Viderø (sang og gittar), Rógvi Rasmussen (bass), Rúni W. Højgaard (trummur) og Rói Christiansen (gittar).
Harumframt eru teir tríggir meira garvaðu tónleikararnir Kaj Johannesen, Terji Rasmussen og Jón McBirnie við á ferðini, og teir kunnu óivað geva teimum ungu nøkur góð ráð á vegnum.
Annars kann nevnast, at enski rockbólkurin Status Quo, sum hevur nógv ár á baki, er høvuðsnavnið á festivalinum í ár, sum er í døgunum 29.-31. mai.