Jenis av Rana skal fáa nakrar mánaðir at arbeiða í. Tað halda tinglimir í samgonguni.
Í gjárkvøldið samtyktið Løgtingið at, at Hoyvvíkssáttmálan, sum er sáttmálin um fríhandil ímillum Føroyar og Ísland, skal halda fram.
Undanfarna samgonga segði annars Hoyvíkssáttmálan upp av tí at Løgtingið hevði samtykt, at útlendingar skuldi ikki sleppa at eiga í feløgum, sum hava fiskirættindini undir Føroyum. Tað var í stríð við Hoyvíkssáttmálan og tí varð hann sagdur upp.
Men nú hevur hendan samgongan so samtykt at hann skal halda fram. Hinvegin eru tinglimir í samgonguni greiðir yvir, at Hoyvíkssáttmálin gevur íslendingum betri sømdir enn føroyingar fáa.
Eitt nú vísir tað seg at vera ringt hjá føroyingum at sleppa á íslendska marknaðin við landbúnaðarvørum og tinglimir siga, at tað er tí at íslendingar leggja okkum tekniskar forðingar í vegin.
Men samstundis stendur føroyski marknaðurin víðopin fyri íslendskum landbúnaðarvørum, siga tinglimir í samgonguni.
Tískil vilja tey hava Jenis av Rana at fáa íslendingar at beina tær teknisku forðingum av vegnum, soleiðis at vit fáa líka góða atgongd til íslendska marknaðin, sum íslendingar hava til føroyska marknaðin.
Vilja íslendingar ikki tað, má landsstýrið taka málið upp við tí fyri eyga at tarna innflutninginum av íslendskum landbúnaðarvørum á føroyska marknaðin, siga tinglimir í samgonguni.
Løgtingið hevur eisini samtykt, at um 12 ár skulu útlendingar ikki longur eiga í feløgum, sum hava fiskirættindi í Føroyum. Tað er í stríð við Hoyvíkssáttmálan so eisini tað eru viðurskifti, sum skulu takast upp við íslendingar.
So hóast Hoyvíkssáttmálin heldur framm, eru boðini frá samgonguni til Jenis av Rana, at hann skal undir samráðingar við íslendingar um at fáa teir at gera tær neyðugu broytingarnar.
Men ringlimir í samgonguni gera samstundis púra greitt, at hetta skal ikki vera eitt arbeiðið, sum skal dragast út í áravís.
Tí eru boðini til Jenis av Rana, at hetta er eitt arbeiðið sum skal fáast av vegnum upp á nakrar fáar mánaðir, tí einki annað kann góðtakast.
Tá samráðingarnar við íslendingar eru lidnar, skal úrslitið leggjast fyri Løgtingið aftur, so at Løgtingið kann taka endaliga støðu til Hoyvíkssáttmálan.
– Vilja íslendingar ikki beina tær teknisku forðingarnar av vegnum, hava vit eina nýggja støðu, sum Løgtingið so má taka støðu til. Og Erhard Joensen, tinglimur fyri Sambandsflokkin, gjørdi greitt, at so fer hann ikki at atkvøða fyri Hoyvíkssáttmálanum, tá hann aftur verður lagdur fyri Løgtingið.
Jenis av Rana er samdur í, at hetta er eitt arbeiðið sum ikki skal dragast út. Tað er eingin grund til at arbeiðið skal dragast út, tí kann tað ikki avgreiðast upp á nakrar mánaðir, er okkurt galið, sigur hann.
Sjálvur hendur hann, at samráðingarnar við íslendingar kunnu vera lidnar longu í mars mánað næsta ár.