Jenis av Rana fór ikki út um mark

Løgmaður leggur seg ikki út í avgerðina hjá Jenisi av Rana

Tað var ikki sensurur, tá ið Jenis av Rana noktaði at lata ætlaða filmin, Sæla, hjá Katrini Joensen- Næs, fáa almennan stuðul. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður. Tað vakti ans tá ið Jenis av Rana noktaði at lata filmin, Sæla, fáa almennan stuðul tí hann var ov fúlur.

 

Tey, sum mæla landsstýrismanninum til, hvørjir filmar skulu stuðlast, høvdu annars mælt til at hann fekk stuðul. Bjørt Samuelsen tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur tí spurt løgmann, hvat hann heldur um avgerðina hjá landsstýrismanninum um at nokta fyri at ein filmur fær stuðul tí hann honum ikki dámar innihaldið.

 

Hon rør framundir, at talan er um sensur, men tað er tað ikki, staðfestir løgmaður. Sensurur er tá ið ein almennur myndugleiki ikki loyvir at ymiskt verður givið út fyrr enn myndugleikin hevur góðkent tað. Tað tað als ikki talan um í hesum føri, tí filmurin kann gerast, uttan at landsstýrið blandar seg upp í – hann fær bara ikki almennan stuðul, sigur løgmaður.

 

Hann vísir eisini á, at tað er landsstýrismaðurin, sum tekur endaligu avgerðina um, hvør skal fáa stuðul. Tilmælini, sum hann fær, eru ikki løgfrøðiliga bindandi, tí vóru tey tað, var tað eingin grund til at leggja tey fyri landsstýrismannin at taka avgerð um.

 

Løgmaður sigur eisini, at tað er ikki ósakligt, tá ið Jenis av Rana leggur dent á málburðin ella kynsligt innihald í einum filmi, og hann leggur dent á, at hann fer ikki at leggja seg út í avgerðina. Hann vísir á, at løgmaður leggur seg ikki út í einstøku avgerðirnar hjá landsstýrisfólkum uttan tá ið tær eru ólógligar, ella tá ið hann undir ongum umstøðum kann góðtaka avgerðina.

 

Bárður á Steig Nielsen leggur eisini afturat, at áður hava ráðgevararnir mælt frá at stuðla hesum ávísa filminum og tí varð hann broyttur.