Jenis av Rana: Hvør skal gjalda?

Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, vil fegin hava eina frágreiðing um, hvussu keypið av Atlansflog skal fíggjast. Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, segði í tinginum í farnu viku, at tíðin er búgvin at fáa staðfest, um landið annað hvørt selur ella keypir Atlantsflog.

Keypa Atlansflog ? fyri hvat?, spyr Jenis av Rana.

- Ístaðin fyri at leggja árar í sjógv og finna nýggjar inntøkur, hava vit ferð eftir ferð sæð, at landsstýrið bara veit um ein veg, tá peningur skal finnast ? inn á almanna og heilsuøkið við eykakrøvum. Tað kann ikki verða so galið, at landsstýrið fer at senda enn eina rokning til hesar somu borgarar, hesa ferð fyri eitt flogfelag? Føroya fólki tørvar eina greiða frágreiðing um, hvussu keypið skal fíggjast, sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum.