Veljarakanning: ? Eg harmist sjálvandi yvir úrslitið, sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum.
? Men eg undrist á, at veljarakanningar eru so svingandi. Fyri nøkrum vikum síðani varð ein veljarakanning gjørd, og har fekk Miðflokkurin yvir 5% av atkvøðunum, og nú so stutt aftaná, fáa vit bara 2,1%.
Formaðurin í Miðflokkinum tekur hetta tó, sum eitt konkret ting, og sigur, at nú er valstríðið eftir fyri framman, sum helst skal gera eitt sindur av muni.
? Ein kann brúka hetta sum eina áheitan til tey, sum eru góð við Miðflokkin um at verja flokkin, og at nú noyðast vit at fara til verka.
Serføroyskt
Jenis av Rana er sera ónøgdur við háttin fjølmiðlarnir brúka tá tað kemur til at stilla teir ymsu flokkarnar fram.
? Eg hugsi kanska serliga um útvarpið og sjónvarpið, tí tá valstríðið byrjaði, so hevði sjónvarpið eina kjaksending, har bara teir fýra størstu flokkarnir sluppu framat. Tað ber ikki til hjá lítlum flokkum, sum Miðflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum at koma fram á henda hátt. Hetta er serføroyskt demokrati. Í tíðindasendingini kvøldið eftir, fingu hesir báðir flokkarnir bara hálvan annan minutt tilsamans, sigur Jenis av Rana.
? Ein onnur av grundunum til at flokkurin ikki fær so nógvar atkvøður kann eisini vera, at vit hava ikki kunngjørt nakrar valevnislistar enn. Tað er tí at ein so lítil flokkur sum okkara bíðar til síðstu løtu at koma út við listunum, tí tað er ikki beinleiðis gravgangur eftir at sleppa uppá. Tí brúka vit alla ta tíð vit kunnu fáa. Men valskráin verður so løgd fram týsdagin í komandi viku.
Men sjálvt um úrslitið av veljarakanningini kanska var heldur dapurt, so fer Miðflokkurin undir valstríðið við góðum treysti.
? Úrslitið er ein eggjan til floksleiðslu og tann meiniga borgaran um at virka fyri flokkin, so flokkurin kann yvirliva. Tað eru nógv, sum ikki vilja hava, at Miðflokkurin ikki verður aftur at síggja, so valstríðið skal føra okkum út í ljósið, sigur Jenis av Rana at enda.