Jenis av Rana seksti

Í dag verður Jens av Rana, løg­tings­maður og formaður Mið­floks­ins 60 ár.

Jenis er føddur í Trong­is­vági, har hann eisini vaks upp. Hann er sonur Aslaug og Dánj­al av Rana, og hann er gift­­­ur Annu av Rana, sum er dótt­­ir Honnu og Absalon Abs­a­l­onsen.
Jenis av Rana er út­búgv­ing ser­lækni í almen medicin frá un­­­­­i­ver­sitetinum í Århus í 1983. Umframt at vera løg­tings­mað­­ur starvast hann eisini sum komm­un­u­lækni í Havn, og tað hevur hann gjørt síðani 1994.
Jenis av Rana er ein av stovn­ar­u­num av Mið­­flokk­­i­­num, og hann varð vald­ur á ting í 1994 og hann er aft­­ur­vald­ur fimm ferðir síðani tá.
Jenis av Rana hevur eisini havt sæti í Tórshavnar býráð. Hann var næsti maður hjá Utt­­an­flokka­list­anum hjá Pet­uri í Gong í 1992. Og tá Petur í Gong í 1993 legði býráðssessin frá sær, tók Jenis av Rana við sess­i­num.
Til býráðsvalið í 1996 still­aði Mið­flokk­ur­in á fyrsta sinni upp til býr­áðs­val í Havn, men vann sær ikki sæti.
Jenis av Rana hevur eis­ini verið nevndarlimur í Lækn­a­fel­ag Føroya 1989 -1995. Nevnd­­a­r­lim­u­r í krist­i­liga kring­varp­i­num Lind­i­­ni síð­ani 2000. Scan­d­inaviskur leið­­ari í alheims lækna­fel­ags­­skap­i­num WCDN síðani 2006.