Í morgin fer landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgin Niclasen, at svara munnligum fyrispurningi, sum Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, hevur sett honum.
Spurningurin snýr seg um vegaføringina oman fyri Skálafjørð. Jenis av Rana vil hava landsstýrismannin at greiða løgtinginum frá, hvat er hent við ætlaðu vegaføringini oman fyri Skálafjørð, og hvørjar framtíðarætlanirnar eru.
- Nýggjur vegur er gjørdur millum Skála og Strendur. Eftir er farleiðin um Skálabotn, sum ikki er dagførd og tí tarnar ferðsluni á samlaða vegastrekkinum. Ætlanir vórðu gjørdar um ein umkoyringarveg um bygdina, sum skuldi bindast í landsvegin Millum Fjarða innanvert verandi Statoilstøð.
Løgtingsmaðurin vísir til løgtingslóg nr. 51 frá 11. mai 2009 um hesa vegaføring og sigur, at byggiútreiðslurnar til verkætlanina í mesta lagi skuldu verða 43,5 miljónir krónur.
- Verkætlanin varð boðin út í november 2009, men varð annulerað, tí hon gjørdist væl dýrari, enn ætlað, nevniliga 55,0 miljónir krónur.
Jenis av Rana vísir á, at verkætlanin aftur varð boðin út í 2013, og nú vísti tað seg, at hon kostaði 69,9 miljónir krónur.
- Í 2013 vórðu 7,0 miljónir krónur játtaðar til verkætlanina, sum sambært fíggjarlógartekstinum skuldu brúkast til at gera nýtt busssteðgipláss/pendlarapláss og nýggja íbinding Millum Fjarða.
Hann vísir á, at seinast nakað politiskt frættist um hesa verkætlan, hevði landsstýrismaðurin heitt á Landsverk um at endurskoða verkætlanina, eitt nú fyri at gera hana bíligari.
- Men nú frættist, at ætlanir eru frammi um at gera nýggja linjuføring og heldur útbyggja verandi veg, sum gongur gjøgnum bygdina í Skálafirði. Hetta ørkymlar sjálvandi tey, ið har búgva, serliga tá hugsað verður um stóru ferðsluna, sum hugsast kann verður har, tá nýggi undirsjóvartunnilin verður veruleiki.
Løgtingsmaðurin heitir á landsstýrismannin um at avsanna, at ætlanir eru um at leggja ætlaða vegin gjøgnum bygdina í Skálafirði.
- Landsstýrismaðurin eigur at tryggja okkum, at upprunaliga ætlanin fyri hetta so týdningarmikla ferðsluøki verður gjøgnumførd, sum upprunaliga ætlað, sigur Jenis av Rana.
Í morgin fer so fíggjarmálaráðharrin, Jørgin Niclasen, at svara fyrispurninginum hjá løgtingsmanni Miðfloksins.