Jenis brúkti nazi-kort móti løgmanni

Í lesarabrvævi í dag leggur Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, Aksel V. Johannesen, løgmann, undir »at vera ein av teimum, sum heldur, at jødafólkið hevur skuldina av øllum tí ringa«.

Tað er sum viðmerking til tað, sum løgmaður hevur sagt við Kringvarpið um sendistovuna í Ísrael. Javnaðarflokkurin var ímóti at seta sendistovu á stovn í Ísrael og mælti í mótuppskoti í staðin til, at pengarnir vórðu brúktir til útbúgving av yngri læknum.

 

Og nú Aksel V. Johannesen situr sum løgmaður, spurdi Kringvarpið hann, um sendistovan í Ísrael verður tikin av. Men tað verður hon ikki, segði løgmaður. Hann heldur framvegis, at tað var skeivt at seta sendistovuna í Ísrael á stovn, og uttanríkistænastan eigur javnan at verða eftirmett, sigur hann.

 

Men hann segði eisini, at tað hevði verið størri skaði at tikið eina sendistovu av, tá hon er sett á stovn, hóast hann heldur, at raðfestingin átti at verið øðrvísi.

 

Løgmaður vísti eisini á, at tað var ein »lítil flokkur í samgonguni«, sum fekk tað í lag, at sendistova skuldi latast upp í Ísrael. Ein týðulig tilsiping til Miðflokkin, sum er einasti flokkur, sum hevur havt tað sum politiskt mál at seta sendistovu á stovn í Israel.

 

Miðflokkurin hevði stóra ávirkan í samgonguni, sum sat, tí uttan Miðflokkin, so var tann samgongan ikki. Tað var eisini um reppið, at tann samgongan ikki varð skipað. Samráðingarnar vórðu læstar fastar, og Bárður Nielsen var farin á fund við Javnaðarflokkin og Tjóðveldi í september í 2019, tá Jenis av Rana fór alment út og gav eftir, soleiðis at Bárður Nielsen aftur kundi fara á fund við Fólkaflokkin og Miðflokkin og semjast um at skipa samgongu.

 

Og júst málið um føroyska sendistovu í Ísrael er eitt beinleiðis úrslit av politikkinum hjá Miðflokkinum í undanfarnu samgongu.

 

Lesið eisini: Løgmaður Føroya og Ísrael

 

Í lesarabrævinum sigur Jenis av Rana millum annað soleiðis um løgmann:

 

»...hann fór upp í søguliga og ódámliga kórið av politikarum, sum hava givið jødafólkinum skuldina fyri alt tað ringa, sum hendir, hesuferð at ov fáir yngri læknar verða útbúnir í Føroyum«.

 

Hann skrivar eisini, at »í útvarpinum í dag vóru tað ikki jødar, sum blivu hetzaðir,men ein annar minniluti, annar av teimum minni flokkunum, sum hevði vágað sær at tosað fyri sendistovuni...«, og sipaði til seg sjálvan og Miðflokkin, sum »vórðu hetzaðir av løgmanni«.

 

##med2##

 

Í dag er altjóða holocaustdagur at minnast tær seks milliónir jødarnar, sum vórðu týndir undir seinna heimsbardaga, umframt at fólk frá øðrum minnilutabólkum eisini vórðu týnd. 27. januar er dagurin, tí at hendan dagin í 1945 kom Reyði herurin hjá Sovjetsamveldinum til týningarleguna Auschwitz og gav jødunum har frælsi.