Jenis fegnast um at løgmaður onki fekk burtur úr

- Vit fegnast um, at løgmaður onki fekk burtur úr samráðingum við danir um at hækka ríkisveitingina

Tað sigur Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, sum er í samgonguni, við Sosialin, sum kemur í sølubúðurnar nú seinnapartin.

Sostatt gongur hann beint ímóti løgmanni í hesum máli.

- Hetta hevur altíð smakkað Miðflokkinum sera illa og tí fegnast vit um, at tað tað varð sópað av borðinum og at Løgmaður onki fekk burtur úr, sigur hann.

- Men vit kunnu ikki byggja okkara framtíð á eina gávu frá øðrum og tí er tað gleðiligt, at onki kom burtur úr, sigur formaður Miðfloksins.

Hann sigur, at einasta loysn er, at vit framleiða okkum burtur úr trupulleikunum

Jenis av Rana staðfestir eisini, at tað stendur í samgonguskjalinum, at inntøkuhækkingar hjá landskassanum skulu mótroknast.

Tað merkir, at tá ið inntøkan hjá landskassanum hækkar, skulu 15% av hækkingini dragast frá hækkingini í ríkisveitingini.

- Tað er ógvuliga sannlíkt, at ríkisveitingin slett ikki fer at hækka yvirhøvur og tað kunnu vit bara fegnast um, sigur formaðurin í Miðflokkinum.

Nú ríkisveitingin verður prístalsviðgjørd er støðan tann, at bara inntøkurnar hjá landskassanum hækka einar 60 milliónir um árið, sum er sjáldsama lítið, fellur hækkingin í ríkisveitingini burtur sambært semjuni í samgonguskjalinum.