Jenis fekk triðfæstar atkvøður – Ellemann "vann"

Lesararnir hjá Ekstrablaðnum valdu sínar egnu landsmenn og landskvinnur í samband við "Årets nytårstorsk"

Jakob Ellemann Jensen fær nýggjárstoskin handaðan

Tað var ikki nógvur áhugi millum teir meir enn 43.000 lesararnar hjá Ekstrablaðnum at atkvøða fyri Jenisi av Rana sum ársins "nytårstorsk".

 

Bara 842 lesarar atkvøddu fyri Jenisi. Øll hini hildu seg til at atkvøða fyri sínum landsmonnum og landskvinnum.

 

Sostatt fekk Jenis færri enn tvey prosent av atkvøðunum.

 

Formaðurin í Vinstra, Jakob Ellemann Jensen "vann" í tættari kapprenning við Barbaru Berthelsen, fulltrúa í forsætismálaráðnum, sum hevur verið nógv frammi í samband við minkagøluna.

 

Jakob Ellemann Jensen var tilnevndur orsaka av sínum lyftisbroti um aldrin at fara í stjórn saman við sosialdemokratunum.

 

Fyrrverandi forkvinnan í Radikala flokkinum, Sofie Carsten Nielsen fekk eisini nógvar atkvøður.

 

Úrslitið av atkvøðugreiðsluni:

 

1. Jakob Ellemann Jensen 9.007

 

2. Barbara Berthelsen 8.846

 

3. Sofie Carsten Nielsen 7.751

 

4. Søren Pape 4956

 

5. Rasmus Prehn 4.126

 

6. Margreta, drotning 3.749

 

7. Peter Schmeichel 1.661

 

8. Mette Thiesen 1.309

 

9. Jenis av Rana 842

 

10. Christian Stadil 555

 

11. Mikkel Kjelberg 325

 

 

 

 

Jakob Ellemann Jensen fær nýggjárstoskin handaðan