Jenis, Húgni og Høgni

Tá tíðindi um ísraelar og palestinar ræður, tykist mangur at fáa ilt í búkin ella kanska uppaftur verri - ilt fyri hjartað

At bera tíðindi til lurtarar bæði um líkt og ólíkt, er álagt einum og hvørjum tíðindamanni/kvinnu, ið eru útbúgvin til tað. Heimurin er vorðin lítil sammett við tað, vit fyri 50/60 árum síðan kundu ímynda okkum hvat fyrifarast kundi úti í tí stóru verð.

Illimaður liggur altíð framvið til tess at stimbra tað ónda, ið av Skaparans hond upprunaliga var ætlað okkum til gleði og frama. Nú kemur Jenis av Rana - sum ikki einaferð - við niðurgerðina av tíðindafólkum, ið royna at lýsa ta aktuellu støðuna, tí tey - tíðindafólkini - eru ikki 100% hansaramegin andsýnis ísraelum contra palestinum. Hann roynir av øllum alvi at niðurgera tíðindi teirra, tí tey eru, eftir hansara hugsan, vinstrahall, og tað er av tí ónda fyri hann.

Hendan nógv umrødda norðmannin, læknan Gilbert, sum var at síggja í sjónvarpinum, ið rynir at hjálpa teimum illa særdu og deyðkomnu í Gaza við at seta sítt egna lív í váða, niðurgerð hann sum fyrrverandi og kanska verandi terrorist, tí hann elskar ikki Ísrael, George W. Bush og jødar og annars alt tað, ið Jenis av Rana stendur fyri. - Eru gomul, kvinnur, børn og onnur óhjálpin palestinskumegin ið liggja í millum, er tað bara harmiligt; men harðskapur ísraela andsýnis hesum hjálparleysu tykist hjá honum - Jenisi - at vera ein sjálvsagdur rættur teirra. Har tykist eingin samkensla at vera. - Eg havi als ongan samhug við Hamas, ið, eins og Jenis av Rana og aðrir Ísraelfanatikarar her heima, ikki hava áhuga fyri eini neyðsemju. Hamas eins og hesir trábeitnu krevja rættvísi fyri síni sjónarmið. Hjá hesum fanatikarum eksisterar eingin neyðsemja. Nei! - annaðhvørt ella. Stór synd bæði í ósekum palestinum og ósekum ísraelum.

Sum tíðindamaður í útvarpi Føroya í 40 ár havi eg upplivað mangar kollveltingar og rembingar frá 1960 til ár 2000, har »geografiin« broytti Europakortið burturav í 1990-árunum. Hesin Jenis av Rana hevur helst tá hingið og reiggjað inni í Trongisvági, sum suðuroyingar so væl duga at taka til, uttan at vit her norðanfjørðs altíð dugdu at skilja tað, ið sipað var til. Tit! Tíðindafólk í kringvarpinum: Latið tykkum ikki verða tikin av fótum, bara tí at ein fanatikari heldur tykkum halla í so nógv til vinstru.

Hvussu tað annars fer at hepnast Jenisi, George W. Bush, ið hvarv úr forsetasessinum týsdagin tann 20. í hesum, og jødum yvirhøvur at sannføra okkum vanligu menniskju um serrættindi ísraela til at gera tað, teimum lystir, fer tíðin at vísa. Vit vanligu menniskju styðja og stuðla Ísrael, kortiliga ikki eftir somu præmissum sum fanatikararnir.