Í íslendsku smáfilmsrøðini, Andri á Færeyjaflandri, greiðir Jenis av Rana frá, tá ið hann ikki vildi eta saman við samkynda íslendska forsætisráðharranum.
Tað er dokumentaristurin, Andri Freyr Viðarsson, sum hevur eina røð av smáfilmum um Føroyar í íslendskum sjónvarpið fyri tíðina. Í partinum, sum varð vístur hósdagin, var samkyndleiki eitt av høvuðstemunum í smáfilminum, har hann vitjar bæði LGBT og Jenis av Rana.
Undan vitjanini, hevur Andri fingið frænir av tíðindunum, sum ferðaðust langt útum Føroyar, tá ið ting- og formaðurin fyri Miðflokkin, Jenis av Rana, ikki vildi til almennan døgurða við Jóhonnu Sigurðardóttir, táverandi íslendska forsætisráðharranum og unnustu hennara, Jóninu Leósdóttir.
- Eg valdi ikki at fara, tí tað er avmarkað við tíð eg havi saman við mínari familju, og so var kona mín ikki boðin við. Tíðindafólki, sum bar tíðindini tá spurdi meg tó, um eg hevði farið til døgurðan, um kona mín eisini hevði verið boðin. Tá mátti eg eisini siga nei, sigur Jenis av Rana.
Munur á persónliga og almenna Jenis
Jenis vísir í smáfilminum á, at hann var boðin sum politikkari, umboðandi stevnumiðini hjá Miðflokkinum, og tískil kundi hann ikki loyva sær alment at luttaka til ein døgurða við íslendska forsætisráðharran, sum livdi á ein hátt, ið ikki samsvarar við kristnu áskoðanina hjá flokkinum. Persónliga vil hann tó vera við, at støðan er ein onnur.
- Privat seti eg meg ikki sum dómara yvirfyri fólki. Eg bjóðaði bæði Jóhonnu og Jóninu heim til mín sjálvs at eta, har eg ikki umboðaði Miðflokkin, men tær komu ikki, sigur Jenis av Rana.
Seinni hevur Jenis tó alment verið til borðs við samkyndum embætisfólk, tá ið politisku flokkarnir í Føroyum vórðu bodnir til døgurða við amerikanska sendimanninum í Danmark, Rufus Gifford, sum er í samkyndum parlagi.
Parturin av 'Andri á Færeyjaflandri' sum viðger samdkyndleika í Føroyum kann síggjast her.
Brotið við Jenis byrjar á 15:40, har hann fyrst vísir Andri og myndamanninum runt á Lindini.