Jenis: Innlit og avgerðarrætt í 2004 – men loyndarmál í 2021

Jenis av Rana í trygdar- og verjupolitikki: Innlit og avgerðarrætt í 2004 – men loyndarmál í 2021      

Løgtingið og landsstýriðeruumboðFøroyafólks í øllumlutum, og erutaðberthesi, kunnutakaavgerðvegnaføroyskutjóðina í trygdar- og verjupolitiskumviðurskiftum” (Løgtingsmaðurin Jenis av Rana í 2004) 

 

Ein av fyrstu døgunum fær føroyska tjóðin eina gávu afturat. Ein radara, sum skal setast upp á Sornfelli í Suðurstreymoy. Har stóð eisini gamli radarin hjá NATO - frá fyrst í sekstiárunum og til miðskeiðis í nullunum.  

 

Radarin hevði eftirlit við, hvussu skip og flogfør hjá fíggindanum ferðaðust á heimsins mest strategisku farleið. Í NATO høpi verður farleiðin umrødd sum “the world’s most strategic highway”. 

 

Hóast henda týdning verður málið nærum ikki umrøtt. Hvørki í miðlunum ella í politiskum orðaskifti.    

 

Tó hava vit frætt, at hóskvøldið kemur danski verjumálaráðharrin, Trine Bramsen, til Føroya.  

 

Eftir skundráðførslu í uttanlandsnevndini - “umboð Føroya fólks” - hóskvøldið skulu Jenis og Trina seta sínar undirskriftir á avtaluna fríggjadagin. Eitt skjal, sum heimilar NATO og Danmark at brúka slakar 400 mió.kr. til radaraútgerð.  

 

Ein týðandi avtala, sum ikki stendur mát við ta evarska lítlu umrøðuna, málið hevur fingið. Ein avtala, sum evsta vald okkara, Føroya Løgting, hvøri hevur viðgjørt ella samtykt.   

 

Ikkifyriløgtingið 

 

Trygdar- og verjumál verða tó vanliga avgjørd í loyndum, tí talan er um. týðandi upplýsingar.  

 

Hesa støðu tykist uttanríkisráðharrin Jenis av Rana at hava í 2021, nú hann slóðar fyri nýggjum hernaðarligum eftirlitsvirksemi uttan at Føroya fólk hevur biðið um tað. Men hesa støðu hevði løgtingsmaðurin Jenis av Rana so avgjørt ikki í 2004. Tí í áliti til uppskot um nýggjan trygdarpolitikk skeyt løgtingsmaðurin Jenis av Rana saman við Hergeiri Nielsen upp at samtykkja: 

 

Løgtingið og landsstýriðeruumboðFøroyafólks í øllumlutum, og erutaðberthesi, kunnutakaavgerðvegnaføroyskutjóðina í trygdar- og verjupolitiskumviðurskiftum 

 

Hetta minnilutauppskotið varð ikki samtykt, men hesa áskoðanina hevði sami politikkari, sum nú krógvar tilfarið fyri “umboði Føroya fólks” - uttanlandsnevndini.  

 

Tøgn kom á Ting... 

 

Havi hugt í gerðabók løgtingsins, nú týðandi avtalan um radaran skal undirritast. Seinasti bókstavurin er í mai. Tá svarar uttanríkisráðharrin Bjarna K. Petersen, løgtingsmanni, at málið skal ikki leggjast fyri løgtingið. 

 

Í 2004 skuldi løgtingið, eftir uppskoti Jenisar,takaavgerðvegna føroyskutjóðina í trygdarmálum. Ídag situr Jenis við valdinum. Men nú verður uttanlandsnevnd løgtingsins bara spurd upp á kvamsvís. Í dag - dagin fyri fundin við verjumálaráðharran - hevur uttanlandsnevndin ikki fingið nakað veruligt tilfar um avtaluna. 

 

Er henda tilgongd í samljóð við heimildina, Jenis fekk frá uttanlandsnevndini? Tað er ivingarsamt.  

 

Uttanríkisráðharrin fekk heimild at samráðast við danska verjumálaráðið, men samráðingarúrslitið skuldi leggjast fyri uttanlandsnevndina. Tað er tað ikki enn - tveir dagar áðrenn avtalan skal undirritast. Tjóðveldi ynskti, at landsstýrið samráddist beinleiðis við NATO. Og Javnaðarflokkurin ynskti málið lagt fyri løgtingið at avgera. Eins og Jenis vildi í 2004. Men hoyknaður er hann, Jenis.  

 

Einki innlit í 04 og einki í 21 

 

Í álitinum til uppskot lansstýrisins um “trygdarpolitisku støðu Føroya” í 2004 hevði minnilutin í uttanlandsnevndini Jenis av Rana og Hergeir Nielsen fleiri áhugaverdar viðmerkingar. M.a.:  

 

“Verju- og trygdarmál eru undir donskum málsræði, og løgtingið hevur einki innlit havt í hesi viðurskifti farnu hálvu øldina.” Minnilutin harmast eisini, tí:  

 

“Einki bendir á, at tingið fær nakað innlit framyvir, og nevndarviðgerðin av hesum máli sigur okkum púra greitt, at ongar ætlanir eru um, at løgtingið fær nakað innlit og enn minni nakran avgerðarrætt á hesum málsøki í komandi tíðum.”  

 

Nú hevur Jenis av Rana havt allar møguleikar at enda seksti ára langa loynipolitikkin. Jenis hevur havt alt vald at lata løgtinginum fult innlit og avgerðarrætt í trygdarmálum. Men tveir dagar undan, at ein avtala skal undirritast, hevur uttanlandsnevndin ikki sæð samráðingarúrslitið.  

 

Var avtalangjørdframmanundan? 

 

Tilgongdin í nýggja radaramálið bendir á, at avtalan annaðhvørt var fráboðað, ella gjørd, tá hon av tilvild kom alment fram á einum tíðindafundi í fjør um eina verju-semju millum flokkar á fólkatingi. 

 

Samtyktin um trygdarpolitikk Føroya í 2004 skuld tryggja Føroyum fult innlit og ávirkan. Og eina “virknari og meira ábyrgdarfullari føroysku luttøku á trygdarpolitiska økinum”.  

 

Men føroyska tjóðin hómar hvørki fult innlit ella virkna politiska luttøku.  NATO-sáttmálin varð smogdur niður yvir Føroyar í 1949. Tíggju ár seinri gjørdi NATO innrás í Føroyum við radara, Forward Scatterstøð, Tropo Scatterstøð og 250 hermonnum. 

 

Í 2022 skal nýggjur radari og eftirlitsútgerð setast upp. Jenis av Rana, uttanríkisráðharri, og Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, eru líka so undirbrotligir, sum væntandi var. Danmark brúkar aftur Føroyar sum finnu í stórpolitiska talvinum. 

 

Eitt er at vera populistur í andstøðu. Eitt annað er at hava ábyrgd í verju- og trygdarpolitikki, har lond sýna ábyrgd, og geva sítt íkast, nú eisini tvey ódemokratisk stórveldi nálgast upp at Norðuratlantshavi .  

 

Men um tað er neyðugt við einum eftirlitsradara í 2022 - einum bumbumáli - ella um íkast Føroya kundi verið onnur nútímans tøkni, veit føroyska tjóðin ikki. Vit vita einki um strategiina hjá NATO í “the world’s most strategic highway”. Ei heldur hevur uttanlandsnevndin fingið upplýsingarnar, hon bað um.  

 

Málið verður dult fyri føroysku tjóðini og aftur kann staðfestast, at Føroya Løgting er sett til viks. 

 

 

 

Í Soylugørðum 8.desember 2021 

 

Jóhann Mortensen