Samgongumøguleikar
? Tað hevði ikki verið nakar sum helst trupulleiki hjá okkum at farið uundir samráðingar um at farið upp í samgonguna ímillum fólkaflokkin, sjálvstýrisflokkin og tjóðveldisflokkin, so at vit fáa eina meirilutasamgongu við 17 tinglimum.
Einsamalli tingmaðurin hjá miðflokkinum, Jenis av Rana, er til reiðar at fara upp í 16 manna samgonguna hjá teimum trimum samgonguflokkunum, so at hon fær reinan meiriluta í tinginum.
Hann sigur, at eftir at hava tosað við Anfinn Kallsberg, løgmann, og Høgna Hoydal formann tjóðveldisfloksins, er tað skilligt, at samgongan er sinnað at ganga miðflokkinum á møti í fleiri hjartamálum, eitt nú í spurninginum um fosturtøku, í spurninginum um fíggjarligu viðurskiftini við Danmark og í spurninginum um heilsumál og sosialmál.
Hann er sostatt eisini sinnaður at avtaka samstarvsavtaluna ímillum teir tríggjar andstøðuflokkar, sambandsflokkin, javnaðarflokkin og miðflokkin sjálvan.
? Tað eru nú fleiri dagar, síðani vit gjørdi samstarvsavtaluna, men vit mugu ásanna, at hon hevur ikki havt ta ávirkan, vit ætlaðu, nevniliga at fáa Anfinn Kallsberg at leggja frá sær, so at samgongusamráðingar kundu byrja á sløttum borði.
?Støðan er við at vera pínlig og vit skylda fólki meiri enn hetta enn at sita í hvør sínari skotgrøv.
Men nú løgmaður hevur gjørt greitt, at samstarvsavtalan við sjálvstýrisflokkin ikki verður søgd upp, er andstøðan farin at umhugsa at siga sína samstarvsavtalu upp.
? Sjálvur eri eg mest sinnaður til tað, nú hon ikki fær løgmann at broyta støðu.
Jenis av Rana sigur, at andstøðan nú fer at viðgera spurningin um at siga avtaluna upp.
Men miðflokkurin fer ikki einsamallur at siga avtaluna upp, tí so bróta vit avtaluna og tað vilja vit ikki. Eru flokkarnir samdir um at taka hana av, er tað nakað annað og tað fari eg at arbeiða fyri.
Ongir trupulleikar
Jenis av Rana sigur, at endar hetta politiska talvið við, at samgongan heldur fast um, at hon heldur fram við 16 tinglimum, tvs uttan meiriluta, fer miðflokkurin at føra ein konstruktivan andstøðupolitikk.
? Vit fara ikki at leggja okkum í buktina og blokera alt, sum kemur við samgonguni. Vit fara at takastøðu frá máli til mál og at atkvøða fyri tí, vit halda vera skilagott.
? Men vit fara ikki at gera nakra bindandi avtalu, tí antin eru vit í samgongu, ella eru vit í andstøðu.
?Sjálvsagt fer tað at bera til hjá samgonguni at samráðast við miðflokkin um at fáa ymisk mál loyst.
?Hinvegin fer tað so eisini at bera til hjá miðflokkinum at samráðast við samgonguna um at fremja nøkur av okkara hjartamálum.
Annars sigur Jenis av Rana, at útfrá teimum samrøðum, hann hevur havt við Anfinn Kallsberg og Høgna Hoydal, heldur hann ikki, at nakrir sum helst trupulleikar skuldi verið at samstarva við samgonguna um nógv mál, eisini um tað skuldi verið at farið í samgongu.
? Eftir teimum fyrireikandi samrøðunum, vit hava havt, høvdu vit ikki havt trupulleikar at farið undir veruligar samgongusamráðingar.
?Vit høvdu verið sera fegnir um at útlitini fyri at koma uppí samgonguna, tí tað hevði verið eitt greitt tekin, at vit meina tað í álvara, tá ið vit tosa um sjálvræði.
?Vit kunnu saktans taka undir við, at sjálvstýristilgongdin heldur fram og hevði hon kunnað gjørt tað eitt valskeið afturat, hevði tað verið eitt greitt tekin til danir um, at vit meina tað í álvara.
Jenis av Rana sigur, at tað hevði heldur onki verið í vegin fyri at gjørt ta fíggjarligu uppgerðina við danir, sum miðflokkurin vil hava og at samantvinnað blokkin við NATO-støðina.
-?Í samrøðu við Anfinn Kallsberg, lovaði hann okkum, at tað er onki í vegin fyri at biðja danir um eina slíka uppgerð. Vit halda nevniliga ,at vit hava fullan rætt til blokkin, tí danir fáa endurrgjald frá NATO fyri støðirnar í Føroyum.
?Anfinn lovaði okkum eisini, at vit høvdu fingið eina loysn á málinum um at skerja blokkin. Vit tosaðu um at skerja blokkin 50 milliónir um árið. Men vit halda ikki, at tað er nøkur orsøk at senda tær aftur til Danmarkar, tí vit hava rætt til hann. Vit eru heldur sinnaðir at leggja tær til síðis og tað skuldi ikki verið nakar trupulleiki, segði Anfinn Kallsberg.
Jenis av Rana sigur, at í samrøðu við Anfinn Kallsberg komu teir eisini inn á so eym mál sum fosturtøku.
? Miðflokkurin heldur at tað er neyðugt at gera meiri fyri at hjálpa teimum, sum koma í ta støðu, at tey vilja hava fosturtøku, so at tey ikki hava tørv á tí. Men vit ætla ikki at banna fosturtøku, tí viðhvørt er tað neyðugt fyri at bjarga mammuni.
?Jenis av Rana sigur, at eitt mál, teir ætla at fremja, er at seta eina skipan á stovn í Føroyum sum líkist donsku ?Mødrehjælpen? sum skal hjálpa kvinnum, burturúr teirri støðu, sum ger, at tey ætla at fáa fostrið tikið. Ístaðin fyri at taka eitt fostur, vilja vit heldur loysa trupulleikan, sum kann fáa eina kvinnu at velja fosturtøku.
? Tær samrøður, vit hava havt, vísa, at bæði tjóðveldisflokkurin og fólkaflokkurin skilja hetta.
? Fær miðflokkurin ávirkan, verður lógin um fosturtøku sostatt broytt, so at talið á fosturtøkum hevði lækkað úr næstan 50 um árið, niður í fimm, seks, sigur Jenis av Rana.