Jenis Like a Puppet on a String

Miðflokkaførarin sum handskadukka hjá Dimmalætting í jagstranini av Landssjúkrahúsinum

Tað var tann yndisliga Sandie Shaw sum í mínum ungdómsárum í 1967 bergtók okkum øll við poppsanginum “Like a Puppet on a String” (finn hann á Google og hoyr hann har á YouTube).

Hetta var tað fyrsta eg kom í tankar um, tá eg sá hevndarálopið móti mær frá Dimmalætting í gjárkvøldið. Jenis á Rana, formaðurin í Miðflokkinum, sum handskadukka hjá Brynhild Thomsen og Árna Gregersen.

 

Ongin kann gera sær minstu vónir um at kritisera Dimmalætting óstraffaður.

Men onkuntíð vil man álíkavæl ikki finna seg í hesi journalistisku valdsnýtsluni. At eg fór at fáa tað aftur í gráum kálvskinni, tá eg talaði at herferðini hjá Dimmu móti Landssjúkrahúsinum, tað visti eg frammanundan. Álíkavæl gjørdi eg av, ikki at bakka fyri heksajaktini hjá Dimmalætting, men heldur at siga mína erligu meining um ta journalistisku inkompetansuna hjá Dimmalætting í teirra skaðiligu forfylging av okkara týdningarmesta heilsustovni av øllum - sum ein tvey ára skipað, áhaldandi og miðvís herferð móti Landssjúkrahúsinum.

 

Jenis sum handskadukka hjá Brynhild og Árna

Tó tey eru smart. Sjálvandi fer Dimmalætting ikki at gera tað skitna arbeiði sjálv. Tað fær man sær ein hentan idiot at gera. Og hvør er nærri enn sjálvur Miðflokkaførarin, Jenis av Rana, sum øllum kunnugt man vera ein av ídnastu álopsmonnunum móti Landssjúkrahúsinum og øllum leiðslum tess tey nógvu seinastu árini?

Blaðleiðsluni á Dimmalætting vil eg heilsa og biðja tey taka tað í álvara, sum Harry Gudmundsson, skurðlækni á Landssjúkrahúsinum, skrivaði í opnum brævi til teirra í gjárkvøldið í Sosialinum (nú eitt samdøgur seinni havi eg ikki enn sæð tað í Dimmu).

Til samgonguflokkin Miðflokkin vil eg siga, at eg taki tað sum eitt álvarsmál, at formaðurin í flokkinum ikki hevur álit á mær sum landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum. Tað fari eg tó ikki at viðgera í fjølmiðlunum, men á røttum stað.

 

Fyri at testa trúðvirði hjá Dimmu:

Hví gera tit ikki eina samrøðu við yvirlæknan á skurðdeildini á Landssjúkrahúsinum, Harri Guðmundsson, um hann er samdur við tykkum í tykkara kolldøming av trygdini fyri lív og heilsu hjá sjúklingunum á Landssjúkrahúsinum ?

 

Hví gera tit ikki eina samrøðu við okkara hægsta heilsufakliga myndugleika, Høgna Debes Joensen, landslækna, um hann er samdur við tykkara kolldøming av leiðslu og fyriskipan av heilsufakliga virkseminum á Landssjúkrahúsinum?

 

 

Hans Pauli Strøm,

landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum