Miðnámsskúlanæmingar í Føroyum hava verið misnøgdir við, at teir kunnu verða fyri vanbýti, tá teir skulu søkja inn á danskar lærustovnar í summar. Orsøkin er, at danskir næmingar sleppa undan fleiri próvtøkum í summar, har ársmetið fer at standa sum próvtøkutal.
Tí hava føroyskir miðnámsskúlanæmingar heitt á Mentamálaráðið um at fáa somu treytir.
Og Jenis av Rana, landsstýrismaður, gongur nú næmingum, í øllum førum partvíst, á møti.
Í Mentamálaráðnum hava tey seinastu dagarnar arbeitt við málinum.
– Eg føli, at vit eru við at koma á mál, og eg havi tikið eina avgerð, sum tó skal eftirmetast nakað, áðrenn hon verður kunngjørd í dag ella í morgin, segði Jenis av Rana við FM1 í gjár.
Jenis av Rana gevur næmingunum rætt í, at tað hevur verið minni undirvísing og sigur, at harumframt hevur støðan verið so ótrygg.
– Tey hava verið nógv heima, tað sosiala ímillum næmingarnar hevur eisini verið ótrygt. Og har onkur hevur verið sjúkur, er flokkurin sendur heim. Jú tað hevur verið alt ov ótrygt hjá teimum, og tað skal koma teimum til góðar, lovar landsstýrismaðurin.
– Øll líða undir korona, vit eru sloppin lætt, men eingin skal detta niðurímillum.
Í dag ella í morgin fer landsstýrismaðurin at taka støðu.
– Og tá skulu næmingarnar kenna seg tryggar, sigur Jenis av Rana.